DMU 2020: Føroyingar gjørdu um seg og vunnu 5 gull-, 5 silvur- og 4 bronsuheiðursmerkir

Skrivað hevur

Farna vikuskifti var DMU fyri 16-22 ára gomul hildið á hugnaliga Skovdalen Atletikstadion í Aalborg. 15 føroyskir íðkarar luttóku. 13 fóru úr Føroyum meðan tveir teirra, sum eru niðri í lestrarørindum eisini luttóku. Flestir landsliðsíðkarar, og so onkur afturat. Tá avtornaði áttu vit fimm danmarksmeistarar, fimm silvurvinnararar og fýra bronsuvinnarar. Umstøðurnar til DMU hesuferð vóru skerdar vegna korona og í øllum tekniskum greinum fingu allir íðkarar bert fýra royndir, í mun til seks royndir í finalu til átta tey bestu eftir trý umfør. Harumframt var luttakaratalið eisini skert í mun til undanfarin ár. Tað er sera veðurgott á Skovdalen Atletikstadion, og talan var ikki um nakran vind, men onkrar løtur regnaði illa og tað ávirkaði eisini nakrar kappingar. Tað nýggja, í DM og DMU, fyri okkum føroyingar er, at vit nú kunnu umboða føroysk feløg.

Maria Biskopstø úr Treysti gjørdist tvífaldur meistari í 400m og 800m í bólkinum 18-19 og harumframt setti hon tvey føroyst met. Fyrst eitt í 100m hekkurenning, so tað nú er 16,84 sek. og so bøtti hon sítt egna met í 400m frá 58,78 sek. til 58,36 sek. Í 800m setti hon persónligt met.


Maria og Oddvør á Skovdalen Atletikstadion (mynd: Karin K. Petersen)

Umframt Mariu, so blivu tríggir íðkarar úr Hvirluni danskir meistarar. Lydia Simonsen vann klingrukast í bólkinum 18-19, við 33,31m, sum er bert 15 sentimetrar frá hennara egna føroyska meti. Sunniva Bogadóttir bleiv meistari í spjótkasti í bólkinum 18-19 við einum kasti uppá 32,89m. Tað er nakað frá hennara besta kasti, men hon hevur drigist við skaða í summar og tí er tað gott at síggja hana kappast aftur. Umframt tær báðar, so gjørdist Miso Buha meistari í trístøkki í bólkinum 16-17. Meistaralopið hjá honum bleiv 12,98m og bert 18 sentimetrar frá hansara longsta lopi higartil.

Silvurvinnarar blivu Dánjal D. Ljósheim í 400m hekkurenning (20-22), Tórur Mortensen í 100m og longdarlopi (20-22), Julian Gregersen í 1.500m (20-22) og Teresa F. Bláhamar í hæddarlopi (18-19). Bronsuvinnarar blivu Lydia Simonsen í kúlustoyti (18-19), Julian Gregersen í 800m (20-22), Dánjal D. Ljósheim í 400m (20-22) og Bára J. Glerfoss í trístøkki (16-17).


Hvirluhópurin til DMU 16-22 (mynd: Heri Ziska)

Tað er gott at síggja at okkara landliðsíðkarar javnan í kapping vísa úrslit, sum eru undir Oyl-kravið. Eisini er gott at síggja íðkarar, sum leggja nógva orku í venjing fáa góð úrslit og seta persónlig met. Vónandi verður tað ein stórur hópur, sum sleppur til Oyggjaleikir næsta ár. Tað verður í øllum førum spennandi tá hópurin verður úttikin næsta ár.


Bragdahópurin á Skovdalen Atletikstadion (mynd: Jógvan K. Glerfoss)

Øll úrslit er at finna á hesi leinkjuni: Úrslit DMU 2020

Øll føroysk úrslit síggjast á myndini niðanfyri:

Komandi vikuskiftið verður DM fyri 14-15 ára gomul, og tá fara aftur nakrir íðkarar úr Føroyum at luttaka. Kappingarnar verða á Hvidovre Stadion.

Comments are closed.