Home Altjóða luttøka Dómadagsspurtur gav gull til Bjørk

Dómadagsspurtur gav gull til Bjørk

by Hallur Holm

Íslendingar mistu bæði hatt og brillur, og sjónvarpsfrásøgumaðurin mundi fingið krúllu á tunguna, tá Bjørk við einum feigandi flottum finishi streyk framvið legendarisku Fríðu Rún Thorðardóttir og gjørdist fyrsti føroyski vinnarin í frælsum ítrótti til Reykjavík International Games. 


Bjørk 50 metrar áðrenn á málstrikuna.
(Mynd:www.fri.is)

Hóast ferðin  hjá Bjørk var javnt góð allan vegin, so sá ikki út til at hon skuldi á sigurspallin. Tí meðan Bjørk fyrstu umførini lá aftast, var Fríða Rún longu stungin av einsamøll. Men spakuliga otaði Bjørk seg fram í feltið, og tá 400 metrar vóru eftir var hon komin á 2. plássið. Men enn var fitt petti fram til Fríðu Rún. Men tað styttist, og tá smáir 200 metrar vóru eftir, luktaði Bjørk av álvara blóð. Við hvørjum dropa legði hon eftir henni, og lønin kom á sjálvari málstrikuni, tá Bjørk otaði seg 8/100 sekund fram um og stjól gullið fyri nøsini á Fríðu Rún Thórðardóttir.

Bjørk kundi ikki bara fegnast um gullheiðursmerkið. Tíðin er eisini nýtt persónligt met og  føroyskt met innandura. Gamla metið sum var 4.44,83 bleiv betrað til 4.38,04.


Ein vælnøgd Bjørk Herup Olsen á sigursskamlinum í Reykjavík

Eisini Rebekka Fuglø og Rúni Seloy royndu seg til Reykjavík International Games. Venjingin hjá Rúna hevur í november og desember verið nógv darvað av einum knæskaða. Harafturat var hann blivin forkølaður beint undan kappingini,  so Rúni visti væl, at hann ikki fór at renna upp til sítt allarbesta. Tó hevði hann vónir um at knógvað føroyska innandurametinum hjá Jóan Karl Joensen, og kanska eisini koma undir 2 minuttir.

Men longu tíðliga í kappingini sást, at hetta var ikki dagurin hjá Rúna. Hóast fyrsta umfarið gekk flúgvandi við 27,2 so byrjaði luftin at fara úr ballonini millum 3 og 400 metrar. Seinna helvt var mest ein kampur um at koma heim við einari líkinda tíð. Í almenna úrslitalistanum stendur Rúni at hava tíðina 1.59.10, men hetta er ein feilur. Rætta tíðin er umleið 2.03-2.04, men tað er jú eisini ein fantastisk tíð hjá einum 15 ára gomlum, hóast hann áður hevur runnið 1.56,73!! 

Rebekka var heldur ikki nøgd við sítt úrslit á 400 metrum. Seinasta vetur rann hon teinin uppá 61,65 sek. Hesaferð gekk ikki eins væl, tí hóast Rebekka stríddist væl allan vegin, endaði hon á 63,95. Einaferð slapp føroyska metið á 400 metrum hjá kvinnum at standa frá 1991-2007 – í 16 ár. Tað metið var 68 sekund, so sæð í tí ljósinum er hetta ein góð tíð hjá Rebekku hóast alt.

Eftir drúgvar venjingar uttan kappingar, vita okkara rennarar nú so  nøkulunda, hvussu formurin er. Nú fara fyrireikingarnar til DM-innandura í mars í gongd av álvara.

0 comment
0

Related Articles