Home Altjóða luttøka Eisini føroyskt met til Tinnu Berg Jørgensen

Eisini føroyskt met til Tinnu Berg Jørgensen

by Hallur Holm

Í gjárkvøldið skrivaðu vit um føroysku metini, sum vórðu sett til Stórmót IR leygardagin. Men eitt met lá eftir. Onkursvegna bleiv nýggja metið á 60 m yvirsæð. Og tað bleiv enntá tikið tvær ferðir. Fyrst tá Alda Sigurðsdóttir Lamhauge hjá Gentum 16-17 ár rann 8,68 og tók 2/100 partar av metinum hjá Hildur Poulsen, og so aftur ein hálvan tíma seinni, tá Tinna Berg Jørgensen tók 9/100 partar afurat av feska metinum. Við tíðini 8,59 var Tinna eisini bert 2/100 partar frá at vinna bronsumerkið.

Nógv met í Laugardalshøllini
Tinna vinnur sín riðil, og setur samstundis nýtt føroyskt met á 60 metrum við 8,59 sekundum

FÍF ynskir Tinnu hjartaliga tillukku við nýggja metinum!

0 comment
0

Related Articles