Home Altjóða luttøka EM-Veteranar: Tvey bronsumerki afturat til Hera Ziska

EM-Veteranar: Tvey bronsumerki afturat til Hera Ziska

by Hallur Holm

EM fyri veteranar, sum var í San Sebastian í Spania í seinastu viku, gjørdist sera gott fyri Hera Ziska. Í seinastu viku skrivaðu vit um bronsumerkið, sum Heri vann í sleggjuvarpi. Men hetta skuldi vísa seg at vera lítið av miklum. Tí fríggjadagin kappaðist hann aftur, tá klingrukast var á skránni. Og hóast Heri ikki kastaði upp til sítt allarbesta, endaði hann á einum tryggum bronsuplássi við 41,36 metrum.

Men Heri var framvegis ikki liðugur. Í gjár var kapping í vektkasti. Vektkast er ikki vanlig OL- ella HM-kastigrein, men verður brúkt sum tann fimta greinin í kastifimmkampi. Í einari kapping, har teir sjey fremstu vóru rættiliga javnir, eydnaðist aftur hjá Hera at leggja seg á triðja plássið, og soleiðis vinna sítt triðja bronsumerki til hesa stevnuna.

Eisini fyrrverandi Bragdarennarin, Evald við Garð, var við í San Sebastian, har hann rann 800 metrar. Evald var við í tí fyrsta av teimum trimum riðlunum. Hóast menn eru farnir um 40 ára aldur, kunnu teir renna skjótt. Tí hóast Evald rann 2.11,13 min, mátti hann taka til takkar við fimta plássið, og var hálvt-triðja sekund ov seinur at renna seg í finaluna.


Heri Ziska vann trý bronsumerki til EM fyri veteranar. Heri kastar í 45+ bólkinum. Hendan myndin er av Tórsbreyt.

 

0 comment
0

Related Articles