Fyri tveimum vikum síðani vann hann NM-bronsu fyri U20, seinasta vikuskiftið vann hann 5 gullmerki til FM og í dag bleiv tað so til silvur, tá DM fyri vaksin var hildið á NRGi Park í Århus. Tórur vann jú DM innandura í vetur, og var tí sjálvsagdur millum favorittarnar. Spennandi var tó, hvat afturvendi Peder Nielsen var førur fyri. Hann er við sínum persónliga meti, 16,73 metrar, næstbesti trístøkkari yvirhøvur í Danmark.
Tað bleiv ein jøvn kapping millum Tór og Peder. Og so spennandi, sum tað kundi blíva. Tórur førdi eftir fyrsta umfar og í øðrum umfari økti hann og sá fyri fyrstu ferð 15-talið. 15,00 m, (+2,1) Peder svaraði aftur í triðja umfari við 15,10 m. Tórur megnaði ikki heilt at matcha Peder í triðja umfari, men aftursvarið var kortini bæði persónligt og føroyskt met. 15,03 m (+0,8). Í fjórða umfari kom Tórur enn einaferð við einum dyggum aftursvari og javnaði úrslitið hjá Peder. 15,10 (+2,9) Men nú førdi Tórur aftur, tí hansara næstbesta lop var betri. Peder leyp seinasta lopið í fjórða umfarinum, og enn einaferð skifti kappingin oddamann. 15,36 m fekk Peder mátað.
Tórur er ikki bara framúr dugnaligur í trístøkki. Seinasta vikuskiftið fangaði Bjørg hesa myndina, tá Tórur setti føroyskt met í 110 m rimarenning við 17,15 sek.
Tórur hevði enn tvey lop eftir, men megnaði ikki at svara aftur. Úrslitið er tó framúr gott, og Tórur sá 15-talið heilar tríggjar ferðir í dag. Og hann hevur altso ikki sæð tað fyrr. Við lopinum í dag kemur Tórur heilt upp sum nummar 16 á listanum yvir bestu trístøkkarar í Danmark nakrantíð. Her er hann í harðari kapping við m.a. gamlar ítróttarstjørnur heilt afturi frá 60’unum og 70’unum. Seinastu trý árini er tað bara gullvinnarin í dag, Peder Nielsen, sum hevur lopið longur enn Tórur.
Okkara besti 100 m rennari hesi bæði seinastu árini, Rúni Jacobsen, var eisini við til DM. Hann gjørdist nummar fýra í sínum riðli við 11,52 sekundum. Hann fekk eitt fitt lot beint í móti, (2,1) so enn má hann bíða eitt sindur við føroyska metinum, sum vit øll vita hann kann taka.
Úrslitið sæst niðanfyri.
Resultatliste for Store DM (Atletik) 27 -> 28-8 2016 |
luk |
Pl. | StNr | Fornavn Efternavn | Køn | Årg. | Klasse | > Pl | Pl | Klub / By (sorter > Disciplin/Heat) | pnt | Resultat | Vind | |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
trespring Mænd kl. 15:00 Dag 1 | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Peder P Nielsen |
M |
1988 |
MH |
1 |
Sparta |
15.36 |
0,9 | |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Tórur Mortensen |
M |
1998 |
M19 |
2 |
Aarhus 1900 A/M |
15.10 |
2,9 | |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Dennis Mägi |
M |
1995 |
M22 |
3 |
Aarhus 1900 A/M |
14.44 |
0.0 | |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Johannes Glue |
M |
2000 |
M17 |
4 |
Randers Freja Atletik |
13.67 |
1,9 | |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Magnus Ugilt |
M |
1997 |
M19 |
5 |
Aalborg AM |
13.17 |
0,9 | |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
Klaus Præst Jaqué |
M |
1992 |
MH |
6 |
Bagsværd AC |
12.11 |
2,0 | |||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
|
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
AFB = afbud, DNF = Did Not Finish, DNS = Did Not Start/Show, NH = No High, NL = No length, DSQ = Disqualified, N.A. = Not Available | ||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
printed 8/27/2016 6:16:04 PM |