Home Altjóða luttøka Føroyingar gjørdu rimmarhál til DM fyri ung – vunnu 4 gullmerki!

Føroyingar gjørdu rimmarhál til DM fyri ung – vunnu 4 gullmerki!

by Guttorm Sørensen

1. dagur
2 gull- og 1 silvurheiðursmerki

 
Bjørk á 3.000m                      Fv. Ida Bobach, Bjørk Herup Olsen og Cecilie H. Christensen

Fyrst at renna var Bjørk Herup Olsen á hennara yndisteini 3.000m. Hon hevði bestu tilmeldingartíð, og tá hennara harðasti kappingarneyti, hevði meldað avboð vegna skaða, so var lítil ivi um at Bjørk fór at vinna. Spurningurin var heldur um hon fór at klára at renna teir 3.000 metrarnar undir 10 minuttir. Tvs. hon skuldi halda millumtíðirnar fyri hvørt umfar á 40 sekund, og so vóna at kreftir vóru eftir til síðst at koma undir. Fyrsti kilometur uppá 3.21 min. og næsti uppá 3.22 min. tvs. at seinasti kilometur skuldi rennast uppá minst 3.17 min. og tað eydnaðist næstan. Bjørk kom á mál, sum vinnari, við tíðini 10.02,47 min. eftir at hava ligið á odda allan vegin. Persónligt og føroyskt met! Ja – og undir 10 minuttir tað kemur hon heilt skjótt. Tað kundi væl blivið næstu ferð hon rennir teinin. Flott runnið Bjørk og tillukku við metinum.

  
Frederik Fürstenberg og Rúni í harðari spurtuppgerð um gullið á 800m

Rúni Seloy skuldi eisini royna seg á sínum yndisteini, nevniliga á 800 metrum. Hann gjørdi sum so mangan áður, legði seg á odda frá byrjan til enda. Men hesaferð fekk hann harða kapping á seinastu 400 metrunum, tá hann og nærmasti kappingarneytin, Frederik Fürstenberg frá Amager Atletik Club, blivu leysir frá restini av feltinum. Seinastu 100 metrarnar komu teir síð um síð, Rúni á innaru breyt og Frederik undir liðini á honum á uttaru breyt, runt svingið og so beint á mál. Sera, sera tættir allan vegin, men tá teir komu um málstrikuna hevði Rúni munin og gjørdist enn einaferð danskur meistari. Tíðin hjá honum bleiv hesaferð 1.59,62 min. meðan Frederik á 2. plássið var 19/100 aftanfyri. Millumtíðirnar hjá Rúna vóru allar umleið 30 sekund. Hetta er samstundis nýtt føroyskt innanduramet, og Rúni er fyrsti føroyingur undir 2 minuttir. Hóast Rúni eigur eina ørgrynnu av ungdómsmetum, er hetta fyrsta føroyska metið hjá honum.


Marnar Djurhuus, Louis Krogsbøll og Jacob V. Michaelsen

Spennandi var at fylgja okkara nýggja rennara, Marnar Djurhuus frá Treysti. Hann hevur veruliga gjørt vart við seg í vetur, og hevur runnið sera væl. Hann skuldi í dag royna seg á 800 m, sum hann rann uppá 2.08,06 min. í Reykjavík í januar. Marnar hevði næstbestu tilmeldingartíð eftir Louis Krogsbøll frá Sparta. Tá talan er um meistaraskap hava tíðirnar ikki so nógv at siga. Tað bleiv lagt varisliga út. Fyrsta umfar uppá 35-36 sekund! Krogsbøll legði seg á odda eftir 100m og tá teir komu framvið 200m hevði hann hol aftur til feltið har Marnar lá á fjórða-fimtaplássi. Hann tók ein spurt í svinginum og rann seg uppá 2. plássið, og legði seg tætt aftanfyri Krogsbøll. Soleiðis gekk restin av 2 og 3 umfari. Tá teir fóru út á seinasta umfar setti Krogsbøll meira ferð á og slapp leysur frá Marnari. Møguliga hevði Marnar brúkt ov nógva orku at renna seg framaftur.  Men hann kom á mál á einum tryggum 2.plássi. Krogsbøll vann við 2.11,63 min., Marnar bleiv nummar tvey við 2.14,91 min. og bronsan fór fyri 2.17,54 min. Millumtíðirnar hjá Marnar blivu 36-33-34-32 sek.


Rebekka við nr. 316 klár til start á 800m

Rebekka Fuglø hevði áttandubestu tilmeldingartíð á 800 m og tí skuldi gangast væl um heiðursmerki skuldi vinnast. Hon kom í tann betra riðilin, har tað vóru fimm gentur, ið høvdu runnið undir 2.20 min. Hon legði varliga út og lá á sjeyndaplássi framvið 200m eftir 35 sekund. Áðrenn svingið eftir 300m hevði hon runnið seg fram á sættapláss, og kom framvið 400m eftir 1.10 min. Á næstaseinasta umfari bleiv hon yvirhálað og datt aftur á sjeyndapláss, men tá tær fóru framvið 600m eftir 1.48 min. var hon næstan komin fram á sættapláss aftur. Tað megnaði hon so at vinna aftur á seinasta umfari, sum hon rann uppá 38 sekund, og kom á mál við tíðini 2.26 min. Fyrsta og annaðplássið fóru fyri 2.15 min. og triðjaplássið fyri 2.20 min.

 
Jan Elmar við nr. 324 klárur til start á 3.000m

Jan Elmar Sørensen royndi seg á 3.000m metur teininum í dag. Hann hevði ongar vónir um heiðursmerki, og valdi tí heldur at renna eftir einari hampuligari tíð, tí hann hevur verið nógv darvaður av skaða í vetur. Tað vóru skjótt fimm dreingir í løgdu seg á odda og síðani komu tríggir, har Jan Elmar lá aftastur. Hesir tríggir fylgdust eftir bæði fyrsta og næsta kilometur, sum teir runnu uppá 3.16 min. og 3.18 min. Á triðseinasta umfari setti Jan Elmar ferðina eitt sindur upp og slapp leysur av teimum báðum. Hann helst sína plasering sum nummar seks, hóast ferðin fór eitt sindur niður aftur. Endaliga tíðin hjá Jan Elmar bleiv 9.55,75 min.

2.dagur
2 gull- og 1 silvur- og 1 bronsuheiðursmerki

 
Rúni tilreiðar til 400m. Bert 1/100 sekund var á muni tá teir góð 52 sekund seinni komu um málstrikuna

Rúni var fyrstur í eldin í dag á 400m teininum. Hann var komin í fjórða og seinasta riðil. Í fyrsta riðilinum var ein Nicolai Hartling frá Sparta, ið rann rættiliga væl –  so væl at tíðin hjá honum bleiv 52,01 sek. Í øðrum riðili var ein, ið rann 53,40 sek og ein, ið rann 54,24 sek. Triði riðil rann nakað seinni. So um Rúni skuldi gera sær vónir um heiðursmerki var kravið hjá honum í minsta lagi at seta persónlig met, og við sína lið hevði hann ein góðan kappingarneyta í Emil Strøm fra Sparta. Teir báðir fingu eisini eina góða og harða uppgerð. Rúni legði seg á odda, men eftir 200m fór emil framum. Rúni legði seg beint í ryggin á honum og fylgdi honum tætt. Við 300m royndi Rúni at sleppa framum, men Emil svaraði aftur og tí mátti Rúni renna á uttaru síðu í svinginum áðrenn seinastu 50 metrarnar. Tað bleiv ein sera spennandi og tættur endaspurtur, og komu teir so mikið  javnir um málstikuna at ilt var at avgera munin, og tíðin var eisini nokkso tætt uppat bestu tíð frá fyrsta riðili. Ein góð løta gekk áðrenn úrslitið bleiv kunngjørt. Endin varð at Emil var 1/100 sekund frammanfyri Rúna, sum fekk tíðina 52,35 sekund og harvið rakk til bronsuheiðursmerki. Flott av Rúna, sum harvið bæði setti føroyskt innandura- og persónligt met.

 
Rebekka rennur 400m

Rebekka rann eisini 400m. Hon var komin í seinna riðilin. Í fyrsta riðilin rann Dagmar Fæster Olsen frá Allerød. Hon bleiv nummar tvey á 800m í gjár við 2.15 min. Tíðin hjá Dagmar á 400m bleiv 59,92 sek. So var klárt til næsta riðil. Rebekka legði seg væl fyri á øðrumplássið aftanfyri Emmu Steenberg frá Silkeborg, men tá tær fóru út á seinna umfar, fór Line Køhlert frá Viking eisini framum Rebekku. Hon royndi tað hon kundi, men náddi ikki at fáa tær aftur, so hon bleiv nummar trý í riðilinum, men tað vísti seg at tíðin hjá Dagmar í fyrsta riðili var so mikið góð, at hon rakk til fyrstapláss. Rebekka endaði sostatt nummar fýra við tíðini 63,16 sekund.

 
Marnar fór framum í evstu løtu.          Fv. Louis Krogsbøll, Marnar Djurhuus og Christian Weberskov

Marnar skuldi aftur í dag royna seg móti Louis Krogsbøll frá Sparta. Hesaferð á 1.500m teininum. Marnar legði seg á odda frá byrjan. Hesa leiðslu slapp hann at halda heilt til 1.100 metrar, tá vóru hann og Louis púra leysir frá restini av feltinum. Tá tað manglaðu 300 metrar slapp Louis sær eitt vet framum, men Marnar elti hann tætt. Spurningur var so um Marnar hevði kreftir eftir á seinasta umfari. Tá sá út sum um, at Louis fór at endurtaka sigurin á Marnar á 800m, men á allarseinastu metrunum í besta ”Bjørk stíli” megnaði Marnar at ota seg eitt vet framum, og harvið tryggja sær sítt fyrsta DM-gullmerki. Tíðin hjá Marnar, sum var persónligt met, bleiv 4.25,73 min. og var tað 25/100 sekund frammanfyri Louis Krogsbøll frá Sparta á øðrumplássi. Nummar trý bleiv Christian Weberskov frá Aalborg við 4.34,80 min.


Bjørk rennur 1.500m

Bjørk var aftur í dag favorittur til at tryggja sær enn eitt DM-gull heiðursmerki. Hesaferð á 1.500m. Hon legði seg á odda frá byrjan og økti leiðsluna allanvegin. Hon kom á mál sum tryggur vinnari við tíðini 4.47,95 min.


Jan Elmar rennur 1.500m

Jan Elmar royndi seg eisini á 1.500m teininum. Hann var komin í fyrsta riðil saman við trimum øðrum. Hann lá leingi á triðjaplássi, men móti endanum rann hann seg fram á annaðpláss og kom á mál við tíðini 4.33,19 min. Í seinna riðili bleiv runnið væl skjótari, men tíðin hjá Jan Elmar rakk til eitt 9. pláss.


Rebekka fer her út á seinasta túr á 4x200m staffet

Eftir at allar einstaklingakappingarnar vóru avgreiddar, varð farið til staffetirnar. Her skuldu bæði Rebekka og Marnar renna 4x200m við Vejle IF. Rebekka, sum rann seinasta túr, rann rættiliga væl og rann teir 200 metrarnar uppá umleið 29 sekund. Samanlagt endaðu tær á einum sættaplássi við tíðini 1.58,83 min.

  
Marnar roynir seg her í 4x200m staffet

Betur gekst hjá Marnar, sum rann næsta túr. Sparta hevði í fyrra riðili runnið uppá 1.43,62 min. Allir Vejle-dreingirnir runnu rættiliga væl, og tá teir komu á mál var tíðin hjá teimum mett at vera áleið tann sama sum hjá Sparta. Tá úrslitið bleiv rópt út í hátalaranum var tíðin hjá teimum 1.43,72 min. tvs. bert 10/100 sekund aftanfyri Sparta. Men Marnar ognaði sær harvið enn eitt silvurheiðursmerki og harvið sítt triðja heiðursmerki í síni fyrstu DMU-kapping!


Vejle IF silvurvinnararnir á 4x200m f.v. Andreas Bruselius, Jan Manoharan, Frederik Bruun-Mogensen og Marnar

Íalt 4 DM-heiti, tvey silvurmerki, eitt bronsumerki og trý føroysk met umframt bólkamet gjørdist úrtøkan, og tað sýnist ongan enda at taka, hvussu nógv okkara ungu betra seg, hvussu nógv tey leggja fyri og hvussu stinn tey eru, tá ið harðas leikar á.

FÍF ynskir øllum hjartaliga tillukku við einum framúr avriki!!

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Sølvi 09.03.10 - 08:48

Hjartaliga tillukku til tykkum øll. Tit eru ótrúliga røsk.

Helgi 21.03.10 - 00:41

Stórt tillukku

Comments are closed.