Home Altjóða luttøka Misjøvn úrslit í Bottnaryd

Misjøvn úrslit í Bottnaryd

by hziska

Føroyska kast-landsliðið luttók í Bottnarydkastet, ið er ein altjóða kapping, har millum annað OL luttakara vóru við. Henda kapping, sum byrjaði við nøkrum heilt fáðum íðkandi, sum allir búðu heima hjá einum av arrangørunum, er nú vorðin eitt rættuliga stórt tiltak, sum í ár var víðka til at umfatað eina sterkmanskapping og eina “folkefest” fyri bygdina.

Ferðin byrjaði við at Føroysku kastarnir fóru til “Brittbo” har flestu kastarar búðu meðan kappingin var. Har búðu føroyingarnir saman í einari hyttu. Morgunmaturin var eitt áhugavert upplivilsi, kanska serliga hjá veteraninum innan føroyskt kast Hera Ziska, tí hóast hann ikki er av minstu monnum, so var ikki sørt at hann føldi seg lítlan millum hinar kastarnar.

Fyrsta kaping var diskuskast hjá kvinnum har Silvia Henriksdóttir, ið sjálv hevði tikið stig til at luttakað í kappingini, royndi seg. Silvia er nýliga byrja at venja aftur, og føldi seg pressaða av tí óhugnaliga høga støðinum, har vinnarin í B-finaluni kastaði longur enn gullvinnarin á Rodos seinasta summar. Silvia endaði sum vantað aftast.

Síðan kom spjótkast hjá kvinnum har Randi Kúrberg skuldi royna seg. Hon hevur fokusera mest uppá hamarkast síðan seinastu oyggjaleikir, og men hóast tað, so megnaði hon at kasta spjóti út á 32.46 m. Hon endaði tó, sum vanta út frá styrkismetingini, aftast. Tað kann viðmerkast at spjótkast var vunnið av OL-úttiknu donsku Christinu Scherwin, sum gjørdi comeback eftir skurðviðgerð. Christina sum misti broncumerkið í seinasta umfarið til heimsmeistaraheitið í Helsinki í 2005, vann kappingina í harðari kapping við sviðan Annikku Petterson.

Heri Ziska var síðsti maður í eldin tann fyrra dagin, og har var hann, eins og hinir føroysku kastarnir styrkismettur til at enda aftast í B-finaluni. Hansara kapping byrjaði eisini illa, og lá hann aftast inntil seinasta kast, tá hann sum so ofta fyrr økti um sína longd, og fór hann tí framvið einum kastara, sum var heili 19 ár yngri.

Fyrsti dagurin endaði við at allir kastarnir fingu ein bita saman. Maturin var góður, og sum ein kann vantað tá kastarar møtast, so var nóg mikið til av matið.

Seinni dagurin byrjaði við at Randi og Silvia royndu seg í hamarkast. Randi, sum betraði føroyska metið til 39.79 fyri 14 døgum síðan, hevur stríðst við ein tekniskan trupulleika síðan kappingina, men vónaði at fáa tað at bera til í Bottnaryd. Í kappingini vísti tað seg tó at teknikkurin ikki heilt vildi hanga saman. Triðja kast hjá henni byrjaði tó nærum perfekt, har bæði fyrsta og onnur snúðning sóðu stak væl út, men so kom høgra bein eitt sindur for langt út, og randi misti spennið í kroppinum, og við tí nógvar metrar. Hóast hetta lendi hamarin beint áðrenn 33 m strikuna. Hennara longsta kast var eitt kast har tað tekniska bleiv ofra fyri tað fysiska, og tað gav 33.28 m.

Rógvi skuldi síðan royna seg. Hann kappaðist millum annað móti Suðurafrikanska Pienaar sum var komin fyri at gera eina seinastu roynd at klára OL-kravið sum er 81,80 m. Danski Lars Møller hevði eisini planir um at klára kravið í Bottnaryd. Rógvi  hevur verði skaddur í kastiarminum seinastu mánarnar, tí var tað við spenningi at hann byrjaði kasti, men tað vísti seg at armurin enn gav honum trupulleikar, og tí valdi hann at trekkja seg frá kappingini eftir einans tvey kast. Pienaar hevði eina kapping har tey fyrstu fýra kastini vóru so sum so. Tá tók hann seg eitt sindur saman til fimta kasti, men ikki fyrr enn í seinasta kastinum gjørdi hann eina verðuliga roynd at klára OL-kravið, men spjótið endaði á 78.44 m og sostatt koma hann, eins og Lars Møller, ikki við til OL á hesum sinni.

Seinasti maður í eldin var Heri Ziska í hamarkast. Heri er í ferð við at tillaga teknikkin frá “old style” sum venjarin Jonas Mellblom kallar tað til ein meira effektivan teknik. Henda tillagin vil í yvirgangafasunum føra eina ósikkurheit við sær, sum vantandi er av komandi summar. Í Bottnaryd gekk tað tó heilt hampuligt har Heri byrjaði róliga, men økti so til 44.89 m í triðja kasti. Í teimum seinsti trimum kastunum var ongin øking, men hann hevði tó enn eitt kast uppá 44.89 m og eitt uppá 44.88 m. Heri endaði á næstaftasta plássi.

Ein ting sum gav kappingini ein serligan dám var speakarin Jonas Mellblom, sum er spjót og hamarvenjari ið Randi, Rógvi og Heri hava vant samana við fyrr. Hann nýtti sína eftirhondini stóru vitan um Føroyar, tá hann tosaði, og tað er lítið at ivast í at øll tey sum vóru til staðar við Bottnarydkastet vita nógv um Føroyar og frælsan ítrótt í Føroyum. Hetta gjørdi eisini at tað komu nógvir fyrispurningar um hvussu ein kundi koma til Føroyar, og tá tey hoyrdu at tað var beinleiðis flogsamband millum Stockholm og Føroyar vóru tað fleiri sum spurdu um tað vóru kappingar tey kundi luttakað í.

0 comment
0

Related Articles