Home Altjóða luttøka Føroyingar við til DM fyri ung um vikuskiftið

Føroyingar við til DM fyri ung um vikuskiftið

by Guttorm Sørensen

DM fyri ung verður um vikuskiftið avgreitt í Esbjerg. Fýra føroyskir ungdómar fara at luttaka í DMU hesaferð. Úr Bragdið eru tað Bjørk Herup Olsen og Rúni Seloy, og úr Treysti eru tað Jan Elmar Sørensen og Rebekka Fuglø. Tey fara øll at luttaka í rennigreinum. Bjørk fer at renna 1.500m og 3.000m, Rúni 800m og 1.500m, Jan Elmar 3.000mf og 5.000m og Rebekka 400m og 800m.

FM-yngri 09 058
Rebekka Fuglø og Bjørk Herup Olsen fara at luttaka í DMU

Bjørk, Rebekka og Rúni vóru øll við á Oyggjaleikunum á Álandi í summar. Bjørk hevur eisini fyri kortum umboða Danmark í norðurlendskum ungdómslandsdysti, har hon setti nýtt føroyskt met á 3.000m. Bjørk og Rebekka hava sett fleiri føroysk met í ár og eisini hava tey trý sett fleiri bólkamet ár.

Bestu møguleikar at vinna heiðursmerki, út frá tilmeldingartíðunum, hava Bjørk og Rúni. Bjørk og Rúni hava áður vunnið fleiri heiðursmerkir í DMU bæði uttandura og innandura. Rúni vann gull seinasta ár á bæði 800m og 1.500m hóast hann var yngri árgangur í bólkinum. Jan Elmar vann seinasta ár bronsu á 2.000m forðarenning og Rebekka vann heiðursmerki í DMU innandura fyrr í ár.

Á hesi heimasíðuni ber til at fylgja við DMU: http://www.esbjerg-am.dk/dmu09/

Skráin hjá teimum sær soleiðis út:

Leygardagin:
kl. 13.10 Rúni Seloy 1.500m (Dr. 14-15)
kl. 13.40 Bjørk Herup Olsen 1.500m (Ge. 18-19)
kl. 15.40 Jan Elmar Sørensen 3.000m forðarenning (Dr. 18-19)
kl. 18.00 Rebekka Fuglø 400m (Ge. 16-17)

Sunnudagin:
kl. 10.00 Rebekka Fuglø 800 (Ge. 16-17)
kl. 10.20 Rúni Seloy 800m (Dr. 14-15)
kl. 15.10 Bjørk Herup Olsen 3.000m (Ge. 18-19)
kl. 15.50 Jan Elmar Sørensen 5.000m (Dr. 18-19)

FÍF ynskir teimum øllum góða eydnu í Esbjerg.

0 comment
0

Related Articles