Home Altjóða luttøka Føroyskt met, 4 gull og ein silvur fyrsta dagin

Føroyskt met, 4 gull og ein silvur fyrsta dagin

by Hallur Holm

So er fyrri kappingardagurin farin afturum, og ikki kann sigast annað, enn at úrtøkan var framúr. Ikki færri enn fýra gull- og eitt silvurheiðursmerki umframt eitt føroyskt innanduramet komu til høldar seinnapartin leygardagin.

Øll okkara runnu 800 metrar í dag. Fyrst í eldin var Rebekka, sum beinanvegin legði seg greitt á odda. Høgu byrjunarferðina megnaði hon at halda, og endaði tað við einum gullmerki og einum nýggjum føroyskum meti. Gamla metið átti Bjørk, sum í fjør rann teinin uppá 2.23.12. Nýggja metið hjá Rebekku er 2.22.34.

rebekka-medalju

So var tað Rúni. Honum vant skuldi alt helst avgerast beinanvegin, og tók hann sjógv á bak frá fyrsta feti. Legði seg trygt á odda, og økti mest sum allan vegin, og gjørdist gullvinnari við tíðini 2.07.07. Hetta eru tý sekund betri enn seinasta vetur og eisini nýtt innandura bólkamet.

runi-medalju

Bjørk rann í kvinnubólkinum hesaferð, og tí var spennandi hvussu hon mundi fara at standa seg móti teimum vaksnu. 1. av fýra umførum lá Bjørk á øðrum plássi, men efti 250 metrar segði Bjørk farvæl og takk og stakk av. Restina av teininum var uppvísing, og enn eitt gullheiðursmerki var komið í hús.

bjork-medalju

3 kappingar og 3 gull. Hetta var tað teir báðir Jóan Karl og Jan Elmar høvdu at liva upp til, tá teir stóðu á startlinjuni til 800 metrarnar hjá monnum. Har varð lagt harðliga til brots. Tveir íslendingar løgdu út við øgiligari ferð, meðan Jóan Karl og Jan Elmar royndu at fáa fatur. Eftir tvey umfør tók eini íslendingurin seg burturúr – hann hevði bert verið hara fyri hin, so nú lá Jóan Karl á øðrum plássi og Jan Elmar á fjórða. Hóast tað bleiv kempað hart, hendu ikki fleiri broytingar í støðuni. Silvur til Jóan Karl við tíðini 2.01.82 og 4. pláss til Jan Elmar við 2.08.67.

joan-karl-medalju

Eftir skránni skuldi Regin havt runnið sum okkara næsti. Men av tí at fyrireikararnir valdu at bíða til longdarleypararnir í hesum sama bólki vóru lidnir, bleiv 800 m kappingin hjá Regini skotin longur og longur út. So eftir at hava hitað upp í hálvan annan tíma var endiliga klárt at renna. Trý heat vóru, og Regin var komin millum teir bestu. Hetta vóru stórir dreingir hann skuldi renna ímóti, og viðhvørt var ilt at fáa eyga á Regin í øllum trunkanum. Men tá teir komu runt fyrstu ferð, sóu vit at Regin hevði lagt seg beint í knæsbøturnar á førandi rennaranum. Og har var hann liggjandi líka til 150 metrar vóru eftir. Tá byrjaðu kreftirnar at ganga undan, og seinastu 100 metrarnar komu tveir stórir og skjótir rennarar framvið honum. Men tíðin hjá Regini var útmerkað! Við 2.22. betraði hann sína egnu tíð frá í fjør við heili 11 sekundum!!

Sum greitt var frá í gjár, skuldi Guttorm Sørensen royna seg innandura fyri fyrstu fer í sínum langa lívi. Teinurin var 3.000 metrar og tríggir vónríkir rennarar stóðu á startlinjuni. Ein føroyingur og tveir íslendingar. Annar 10 ár yngri enn Guttorm, hin 20 ár yngri. Men rennikappingar verða ikki avgjørdar eftir dópsbrævi, so tað var bara at herja á. Teir fylgdust allir við lagaligari ferð fyrstu 2.000 metrarnar. Men nú hevði Guttorm fingið nokk. Hann tók eitt ógvusligt rykk, og hugdi ikki afturum seg fyrr enn hann klárt á odda kundi kalla seg gullvinnara í Stórmót IR. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Guttorm vinnur kapping í Íslandi. Í 2001 vann hann nevnliga eisini Reykjavík 1/2 maraton. gutti-medalju

Stórmót IR heldur fram sunnumorgunin. Tá fer Regin at renna 200 metrar, Rúni og Rebekka 400 metrar og Jan Elmar 1500 metrar. Seinnapartin byrjar so Reykjavík International, og har skulu Bjørk, Rebekka og Jóan Karl renna 1500 metrar. Hendan kappingin verður víst beinleiðis í íslendskum sjónvarpi. Vit duga ikki at siga, um tað sæst í Føroyum ella evt á netinum.

Úrslit og frásøgn frá sunnudegnum kemur her á síðuna í annaðkvøld.

allir-foroyingar-dag-1

bjork-a-mal rebekka-a-mal1 runi-a-mal1
Hesi trý koma øll fyrst um málstrikuna í dag

jkj-a-mal je-a-mal gutti-rennur

runi-hvilir-seg bjork-byrjar 

bjork-fremst-eftir-400m

jkj-og-je-adrenn-start

jkj-og-je-eftir-400m jkj-og-je-eftir-mal

rebekka-adrenn-start1

bjork-eftir-mal

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Fríðrikur 18.01.09 - 07:20

Hey Hallur, óført at vit klára okkum so væl, gott at tú kunna okkum beinavegin, við úrslitum.

ps. hvat var tíðin hjá Gutta á 3000m?

Jan Elmar 18.01.09 - 15:24

9.43min haldi eg tað var.

Comments are closed.