Home Altjóða luttøka Føroyskt met til Rebekku á 400m

Í dag skuldi 16-ára gamla Rebekka Fuglø renna innleiðandi á 400 m teininum. Tilmeldingartíðirnar boðaðu frá, at tað fór at verða trupult hjá Rebekku at vinna seg í finaluna. Tær flestu høvdu tíðir undir 60 sek. meðan besta tíð hjá Rebekku í ár er 61,64 sek. innandura.

Í finaluna komu vinnararnir pluss tríggjar tær bestu tíðirnar eftir tað.  Riðil 1 bleiv vunnin við 56,63 sek. meðan riðil 2 bleiv vunnin við 57,14 sek. tær næstu tíðirnar vóru 58,18 sek, 58,34 sek og 59,36 sek. Kravið til Rebekku, sum rann á breyt 5 í riðili 3, var tí antin at vinna riðilin ella blíva nummar tvey og renna undir 59,36 sek.

Tað gekk væl teir fyrstu 200 metrarnar, kanska ov væl, og tað kom at kosta restina av teininum. Rebekka kom á mál við tíðini 64,24 sek. sum nummar trý í riðilinum.

Tíðin rakk kortini til eitt nýtt føroyskt met á 400m teininum. Rebekka átti sjálv gamla metið, sum hon setti á Svangaskarði 22. august í 2007.

Næsta kapping hjá Rebekku á Álandi verður hósdagin tá hon skal renna yndisteinin hjá sær, sum er 800 m.

rebekka 400m
Rebekka beint eftir startin á 400m

 

0 comment
0

Related Articles