Home Altjóða luttøka Fimta og sjeyndapláss til Randi og Rógva

Í gjarkvøldið vóru tað hinir báðir kastararnir hjá okkum Randi Kúrberg og Rógvi Højgaard í skuldu royna seg í ávikavist hamarkasti og spjótkasti.

randi02
Kvinnurnar verða presenteraðar áðrenn kappingin byrjar

Kappingin í hamarkasti hjá kvinnum gjørdist ongantíð spennandi tá hugsa varð um heiðursmerkir, tí at meðan Marit Zahkna frá Isle of Man, Amy Church frá Isle of Wight og Annie Henriksson frá Gotlandi allar kastaðu langt omanfyri 40 m longu í fyrsta umfarið, so vildi teknikkurin hjá Randi ikki heilt virka, sum hon vildi.

Randi kastaði beint uttanfyri í fyrsta umfarið, men kastaði hamaran trygt út á 34,75 m í øðrum umfarið og tryggjaði sær at hon hevði seks kast í finaluni. Triðja kasti hjá henni fór í netið og tá støðan var uppgjørd eftir trý umførð lá hon á fimta plássi.

randi03
Randi roynir seg

Í fimta umfarið kastaði Randi 36,91 m, ið endaði við at verða hennara longsta kast. Hetta bøtti tó ikki um støðuna, og endaði hon sostatt á fimta plássi. Hóast kasti hjá Randi hevði givið broncumerkið á Rodos og var hennara longsta í kapping í ár, so er hon ikki nøgd tí at har var meir at heinta um alt gekk upp í eina hægri eind.

randi01
Randi í ringinum

Endaliga úrslitið hjá kvinnunum bleiv at Marit Zahkna frá Isle of Man vann við 48,89 metrum frammanfyri Amy Church frá Isle of Wight við 46,21 metrum og Annie Henriksson frá Gotlandi við 41,30 metrum. Randi endaði á 5 plássi av teimum 11 kvinnunum við 36,91 metrum.

Rógvi hevur áður roynt seg á oyggjaleikum í spjótkasti, men stutt eftir seinastu leikirnar skaddi hann sær armin, og tað tók langa tíð áðrenn hann kundi kasta aftur. Tí var tað spennandi at síggja hvussu væl teknikkurin fór at hanga saman á Álandi.

rogvi02
Mennirnir verða presenteraðir áðrenn kappingin byrjar

Rógvi hevði tosa við verandi methaldaran Sander Suurhans (Saaarema), ið greiddi frá, at hann hevði kastað út á 74 m, men at hann var skaddur í knænum og skuldi skurðviðgerast, men tó vónaði at kasta nakrar og 60 m.

rogvi
Rógvi undir upphitingini

Rógvi byrjaði kappingina við einum tryggum kasti á 45,71 m, men næstu fýra kastini lendu tíðanverri øll beint uttanfyri kastirætningin og tí vóru tey ikki góðkend. Áskoðara mettu tó at tey vóru í hægra endanum av 50’unum og sostatt á somu longd sum Gustav Melen frá Gotlandi og  Jako Lindrop frá Saaremaa kastaðu í teirra dysti um triðja plássi. Ein dyst sum Lindrop vann við 57.20 m. Georgios Troumbas frá Rodos vann silvur við 61,88 m meðan Sander Suurhans frá Saaremaa setti nýtt oyggjaleikamet við 67,65 m.

rogvi03 rogvi04 rogvi05
Rógvi í seinastu royndini hjá sær

Rógvi endaði í sættu og seinastu royndini á 48,16 m, sum rakk til eitt sjeyndapláss. Men hansara longstu køst ikki vóru langt frá tí, sum endaði við at geva bronsu. Trist at kastivinkulin ikki er nøkur fá stig størri, so at kastini høvdu verði góðkend og hann tí hevði verði við tí dystinum um heiðursmerkini.

0 comment
0

Related Articles