Home Altjóða luttøka Fleiri føroyingar runnu í New York

Fleiri føroyingar runnu í New York

by Hallur Holm

Vanliga siga vit, at føroyingar eru allastaðni. Hetta er í øllum førum royndur lutur, tá stóru maratonkappingarnar úti í heimi fara fram. Í Keypmannahavnar maraton eru sjálvdan færri enn 50 føroyingar við, og í Berlin hevur talið onkuntíð verið omanfyri 30. Og tað eru altíð føroyingar við í London, New York, Stockholm, Amsterdam og aðra staðni eisini.

Seinasta sunnudag varð runnið í New York. Júst eitt ár eftir herviligu ódnina, sum herjaði amerikansku eysturstrondina, og sum framdi ógvusligar oyðileggingar m.a. í New York. Av somu orsøk varð New York Marathon avlýst, og mongu mongu luttakararnir, sum vórðu komnir úr øllum heimsins herðashornum at renna, máttu bara sita og kroka á teirra gistingarhúsum.

Í ár skikkaði veðrið sær nógv betur, og renningin kundi fara fram sum ætlað. Eg visti um nakrar føroyingar, sum skuldu luttaka, og aftaná er altíð stuttligt at sita og leita eftir føroyingum í stóra og drúgva úrslitalistanum. 12 føroyingar fann eg. Har ímillum vóru tey bæði Treysta-fólkini Jón og Mona Rasmussen, sum eisini vóru í New York í fjør í øllum ódnarveðrinum. Tað var tó gamli liðformaðurin hjá B36 og landsliðskempan úr Landskrona, Tummas Eli Hansen, sum annars er púra ókendur í renniheiminum, sum var fyrstur um málstrikuna. Súkklarin Kjartan Egholm, sum eisini er formaður í Sambandinum fyri Súkkling og Triatlon og góði gamli Bragdarformaðurin, Robert Vilhelmsen, vóru eisini mitt í rokanum. Listin við føroyingunum sæst her, og um onkur veit um aðrar føroyingar, eru tey vælkomin at skriva tað í viðmerking undir greinini.

  • Tummas Eli Hansen, 4.13.52
  • Robert Vilhelmsen, 4.18.15
  • Hildur Niclasen, 4.22.27
  • Mona Rasmussen, 4.24.16
  • Jón Rasmussen, 4.24.16
  • Fríðin Ziskason, 4.28.48
  • Jan Petersen, 4.29.56
  • Jógvan Næs, 4.38.06
  • Tanja Petersen, 4.59.18
  • Kjartan Egholm, 5.02.12
  • Tonja Ziskason, 5.05.04
  • Hákun Steingrímsson, 5.30.31


Klaksvíkingar og Treystafólk í New York: F.v.: Jón Rasmussen, Mona Rasmussen, Jan Petersen, Tanja Petersen, Tonja Ziskason, og Fríðin Ziskason

 

 

0 comment
0

Related Articles