Home Altjóða luttøka Fleiri heiðursmerki, A-krøv og bólkamet til Herning Games

Fleiri heiðursmerki, A-krøv og bólkamet til Herning Games

by Hallur Holm

Í gjár var Herning Games hildið á Herning Stadion, og í luttakaraskaranum vóru fimm føroyingar:  Teir báðir kastararnir í talentbólkinum, Hanus Bergsson og Hallur Simonsen, ganga á ítróttareftirskúla í Vejle, har teir hava frælsan ítrótt á linju. ÍSB hevði sent Kristian Martin Garðalíð, sum vit eisini kenna úr Hvirluni. og saman við Kristian Martini var eisini venjarin hjá honum í Hvirluni, Heri Ziska. Karin Holm Simonsen úr talentbólkinum, sum ferðast í Ribe, var eisini farin til Herning at kappast.

Hvørki Hallur, Hanus ella Karin hava enn klárað nakað A-krav í ár, og nú kappingarnar innan VU-Spelen fækkast, var hetta eitt gylt høvi hjá teimum at klára hetta. Tíverri havi eg enn ikki sæð úrslitalistarnar kunngjørdar, so úrslitini skulu verða tikin við eitt sindur av fyrivarni. Hallur kappaðist í kúlustoyti, klingrukasti og hamarakasti dr. 16-17. Úrslitið í hamarakastinum havi eg ikki sæð, men tað bleiv til eitt bronsumerki. Tað bleiv eisini til bronsumerki í kúlustoyti við 12,12 m, sum eisini er bólkamet dr. 17 og 12 cm omanfyri A-kravið. Í sínari yndisgrein, klingrukasti, gjørdi Hallur bart. Her setti hann føroyskt bólkamet dr. 17 og vann gull við 39.90 m. Hallur kastar við 1,5 kg klingruni.

Hanus Bergsson, dr. 16-17, er ein av okkara stóru vónum í spjótkasti, men hevur drigist við skaðar. Hann er nú aftur byrjaður at kasta spjót, men fekk aftur trupulleikar við alboganum, og gavst eftir trý køst. Hann megnaði kortini at klára A-kravið til talentbólkin, og bleiv nr. 4 við einum kasti omanfyri 47 metrar. Í kúlustoyti setti hann eisini persónligt met, tá hann stoytti 11,79 metrar. Eisini her bleiv hann nr. 4.

Í fyrstu Grand Prix kappingini á Tórsbreyt, var Karin Holm Simonsen bert eitt hálvt sekund frá at klára kravtíðina á 600 metrum. Nú familjan er á Danmarkarferð, løgdu tey leiðina fram við Herning, har Karin skuldi royna seg á 800 metrum, ge 12-13. Og tað gekk sum eftir ánni hjá Karini. Kravtíðin – 2.40 – varð tikin við næstan 5 sekundum, tá Karin setti nýtt bólkamet við 2.35.21 min. Og harvið bleiv hon tann triðja hendan dagin at greiða sín ferðaseðil til Gøtuborg og VU-Spelen í juli. Karin rann eisini 200 metrar. Her bleiv hon nummar 9 við tíðini 32,07 sek.


Karin Holm Simonsen kláraði A-kravið á 800 m. Her rennur hon aftanfyri Katarinu Høj til GP1.

Og so var tað Kristian Martin. Hann var veruliga uppsettur, og gjørdi sítt allarbesta. Ja, so gott bleiv tað, at hann vann gull í longdarlopi í opna bólkinum hjá monnum! 5,05 metrar segði mátibandið. Og eitt silvurheiðursmerki fær hann eisini heim við sær, tí á 100 metrum gjørdist hann nummar tvey. Ta tíðina havi eg tó ikki sæð enn. Men ikki nokk við tí. Í kúlustoyti fekk hann eitt flott fjórðapláss við einum góðum persónligum meti, sum nú er 9,63 m.

Heri Ziska nýtti eisini høvið til sjálvur at kappast í klingrukasti. Hjá honum gekk ikki so væl sum ætlað við longdini, men eitt silvurmerki vann hann tó við 39,75 m.

Alt í alt gjørdist hetta ein sera góður dagur, sæddur við føroyskum eygum. 2 gullmerki, 3 silvurmerki, 3 bronsumerki, 5 bólkamet og 3 nýggj A-krøv.

Nógv børn og ung ferðast saman við teirra foreldrum um summarið, júst meðan tey eru í besta kappingarformi. Tað er tí eitt gott hugskot at halda eyga við, um nøkur kapping er á leiðini har tit ferðast, og so at halda seg fram at og melda til. Tit eru eisini vælkomin at biðja FÍF um hjálp við at leita eftir kappingum og at melda til.

 

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Kølle 28.05.12 - 13:51

Tak til Hallur for endnu en spaendende beretning fra endnu et staevne.

Comments are closed.