Home Altjóða luttøka Fleiri nýggj føroysk innanduramet um vikuskiftið!

Fleiri nýggj føroysk innanduramet um vikuskiftið!

by Hallur Holm

Nú Hvirlan og Treysti hava verið í Íslandi við stórum hópum og kappast í stásiligu høllini í Laguardalinum, er ikki sørt, at nógv nýggj persónlig met og bólkamet eru sett. Men eisini eru fleiri nýggj føroysk  innanduramet tikin.

Tað fyrsta fall tó ikki í Íslandi, men í Pennsylvania í USA, har Bjørk Herup Olsen var við í Penn State International og rann 3.000 metrar. Og her eydnaðist Bjørk at koma undir 10 minuttir á fyrsta sinni. Ein marknasteinur, sum hon hevur roynt at sneitt um í góð tvey ár. Og loksins bragdaði, tí endaliga tíðin hjá Bjørk gjørdist 9.59,91. Hetta er samstundis eitt tað allar sterkastasta metið, vit eiga í frælsum ítrótti í Føroyum, um hugt verður eftir IAAF-tabellini. Úrslitið gevur henni nevnliga heili 932 stig.


Bjørk aftur á toppinum, eins og tá hon vann Reykavík International við einum rimmar spurti í 2010. (myndin)

So nógv stig megnaði Øssur Debes Eiriksfoss ikki at skora, men ístaðin setti hann føroyskt met í ikki færri enn tveimum greinum. Bæði í hæddarlopi og trístøkki betraði hann síni egnu innanduramet. Í hæddarlopi bleiv tað nýggja metið 190 cm og í trístøkki gjørdist hann fyrsti føroyingur omanfyri 14 metrar við 14.05. Afturat øllum hesum, setti Øssur eisini persónligt met í longdarlopi við 6,46 m. Øll hesi trý úrslit hansara eru omanfyri oyggjaleikakravið!!


Øssur Debes Eiriksfoss 2 nýggj føroysk innanduramet og knógvaði trý oyl-krøv! Mynd frá oyggjaleikunum á sumri 2011.

13 ára gamla Marita K. Petersen setti ikki bara tvey, men heili trý føroysk met! Í hæddarlopi gjørdist metið 140 cm, í longdarlopi 4,15 m meðan tað á 60 metrum bleiv til 9,07 sek. Men hetta síðsta metið slapp tó bert at standa ein hálvan tíma, tí tá kom eitt ár yngra spurtara-talentið Tinna Berg Jørgensen og tók tað frá henni við tíðini 8,81 sek! Unga Tinna, sum er fødd í 1999, leyp eisini langt í Íslandi. Ja so langt, at hetta rakk longur enn føroyska metið. Hennara longsta lop var 4,35 m, men av tí at tey 13 ára gomlu leypa úr zonu (verður mátað frá avsetti og ikki planka) kann hetta lopið ikki góðkennast sum met. Men ungu Hvirlu-genturnar vóru ikki lidnar enn at seta met. Tí í trístøkki eydnaðist Ednu Mariu Debes (1997) at leypa heilar 9,24 metrar.


Marita K. Petersen eigur føroysku innandurametini í hæddarlopi og longdarlopi. (mynd Hvirlan)

Sostatt fingu vit heili sjey nýggj innanduramet uppá eitt vikuskifti! Afturat hesum eru eisini ein ørgrynna av bólkametum sett. Á heimasúni hjá Hvirluni www.hvirlan.fo hava tey gjørt status, og eru komin fram til, at tey hava sett heili 29 bólkamet! Afturat hesum hava tey í Treysti eisini sett eina rúgvu av bólkametum.

Sjálvt um tað er lutfalsliga stutt síðani, at vit eru farin at kappast so nógv innandura, so eru øll hesi bólkametini týðulig tekin um eina ítrótt menning, og er hetta sera hugaligt at staðfesta.

 
Tinna Berg Jørgensen er eitt satt spurt-talent og setti føroyskt met á 60 m innandura. (mynd: Hvirlan)


Edna Maria Debes setti nýtt innanduramet í trístøkki! (mynd: Hvirlan)

0 comment
0

Related Articles