Home Altjóða luttøka Føroyingar fremja brøgd

Føroyingar fremja brøgd

by Hallur Holm

Enn eitt hendingaríkt vikuskifti er farið aftur um. Hetta bleiv eitt vikuskifti, har okkara tilkomnu rennarar veruliga vístu seiggið í føroyinginum. Í 3-2 sóu vit teir báðar Jonhard Larsen og Pól Sundskarð, sum runnu av Vaglinum í Havn til Sambýlið á Heygum í Klaksvík. Hesar 77 kilometrarnar runnu teir fyri at skaffa Alzheimerfelagnum peningaligan stuðul.

Alzheimer Jonhard 2017
Fleiri rennarar stuðlaðu Jonhardi og Pól við at renna ymisk strekki saman við teimum. Bert hendinga løtu runnu teir einsamallir.

Men Jonhard og Pól vóru ikki teir, sum runnu longst hendan dagin. Leygardagin varð eisini kapping, sum nevnist Oslo Ecotrail – ein ultra lendiskapping, sum fór fram á sera ósløttum lendi við nógvum brekkum.  Ultrarennarin Sofus Poulsen úr Frælsi var við. Góðar 11 tímar tók tað Sofusi at stríða seg gjøgnum hesa ultrarenningina, sum hann eisini var við til í fjør. Renningin var heilar 80 kilometrar.

Leygardagin var Marna Egholm við til NM á 10.000 m. Vit minnast, at hon í fjør stóð seg so sera væl í hesi kappingini, og gjørdist nr. 5, samstundis sum hon gjørdist nr. 2 og vann silvur til DM, sum var partur av kappingini. So væl gekst ikki í ár. Formurin tykist ikki vera eins góður sum í fjør, tá hon setti føroyskt met við 36.00,37. Leygardagin gjørdist tíðin hjá henni 37.27,86 min og rakk til 10. pláss av teimum 13 rennarunum. Tómhent fór Marna tó ikki heim aftur, tí hon vann hóast alt DM gull í +35 bólkinum! (DM var eisini partur av hesi kapping, sum fór fram í Hvidovre)

Í gjár var so Copenhagen Marathon. Sum altíð var eisini hópurin av føroyskum rennarum við. At vit í Føroyum hava nógvar sterkar veteran-rennarar vita vit øll, men í gjár fingu danir tað so eisini at síggja. Vit hava fyrr skrivað um Jens Weihe, sum hevur framt tað bragd at vinna sín aldursbólk til Copenhagen Marathon – tað hevur hann gjørt tríggjar ferðir. Men í gjár gjørdu bæði Cecil Weihe og Krista Nielsen honum kunstin eftir!!

Nýggjár 2017 Cecil
Cecil Weihe hevur ongar trupulleikar við at renna undan aldrinum. Hann vann sín bólk í Copenhagen Marathon! Á hesi myndini er tað nýggjárshálvmaraton.

Tað sær út til, at Cecil Weihe kann renna 2.50 tímar líka mikið hvussu gamal hann blívur. Og nú megna javnaldrarnir ikki at fylgja honum longur. Í Keypmannahavn í gjár vann Cecil bólkin 50-54 ár. Við tíðini 2.49.37 tímar var hann tríggjar minuttir nærmasta kappingarneyta. 757 menn vóru í bólkinum 50-54 ár. Av øllum monnunum gjørdist Cecil nummar 71.

Eitt er at Cecil blívur við at renna við somu ferð hóast aldurin hækkar. Hjá Kristu Nielsen er enn verri. Hon rennur bara skjótari og skjótari. Og eisini hon vann bólkin 50-54 ár framman fyri 217 aðrar kvinnur. Við tíðini 3.17.35 tímar endaði føroyameistarin samlað nr. 40 av 2.221 kvinnum.

Og ikki nokk við tí. Á øðrum plássi kom sjálv Bragdarforkvinnan Ann Thomsen, sum eins og Krista setti persónligt met. Tíðin hjá Ann var 3.22.50 tímar, og rakk til eitt samlað pláss nr. 67.

Copenhagen Marathon 2017 Duruta, Krista, AnnTopplaseringar til hesar dámurnar, sum hava vant so dúgliga. 

Í bólkinum 45-49 ár vóru eisin føroyskar topp-plaseringar. Duruta á Lofti bleiv nr. 3 við 3.22.23 og hjá monnunum bleiv Súni Lamhauge nr. 4 við 2.50.50.

Nógvir aðrir føroyingar runnu í Keypmannahavn. Stuttligt var at síggja Valborg Heinesen á úrslitalistanum aftur. Hon er tó ikki enn komin veruliga upp í ferð. Við 3.26 tímar er hon enn ein stóran hálvan tíma frá sínum besta. Men tað fer at koma.

Tit eru øll vælkomin at skriva føroysk úrslit í viðmerkingarnar.

 

 

0 comment
0

Related Articles