Home Altjóða luttøka Føroysk fljóð fremst á Flatlondum

Føroysk fljóð fremst á Flatlondum

by Hallur Holm

Í 90’unum áttu Føroyar fleiri sterkar mannligar rennarar, sum stóðu seg væl í sterku kappingunum á oyggjaleikunum. Seinnu árini hevur tað bert verið Marnar Djurhuus, sum hevur havt støði at bjóða av á longru teinunum. Hinvegin eiga vit fleiri sterkar kvinnur, sum enntá eru í absolutta toppinum, tá um oyggjaleikir ræður. Og fleiri teirra eru í góðum formi og hetta farna vikuskiftið vóru heilar tríggjar føroyskar kvinnur, sum veruliga gjørdu vart við seg. Bæði í Danmark og longur burturi.

Nýggjasta føroyska stjørnuskotið er ikki longur Valborg Heinesen. Seinasta hálva árið er enn eitt sterkt kvinnunavn komið fram. Tað er 33 ára gamli leirvíkingurin Marna Egholm, sum lesur í Keypmannahavn og rennur fyri Sparta. Sunnudagin var hon tó farin allan vegin til Aalborg, har Fjordmarathon varð fyriskipað sætta árið á rað.

Fýra ymiskir teinar eru í hesi kappingini, sum verður runnin kring Limfjørðin. Teir yvir 2.000 rennararnir kundu velja millum 1/8, 1/4, ½ , ella heilt maraton. Marna, sum fyrireikar seg til Berlin Marathon 28. september var millum teir 878 ½ maratonrennararnar. Tað vísti seg skjótt, at hon var nógv tann sterkasta kvinnan, og hon kom at renna einsamøll stóran part av teininum.


Marna Egholm er enn ein føroysk super-kvinna!

Marna megnaði at halda so javnt góða ferð allan vegin, at tá hon kom á mál, hevði hon betrað rutumetið á DAF-góðkenda teininum við hálvum øðrum minutti. Tíðin hjá Marnu gjørdist 1.23.25 tími og hevði verið føroyskt met so seint sum í mars í ár. Hendan tíðin er enn betri enn hon sær út til, tí runnið varð á sera ymiskum undirlagi. Grasfløtur, grúsgøtur, gjøgnum tættvaksið kjarr og hartil nógvar smáar brekkur fram við fjøruni. Alt hetta hevur uttan iva etið sín part av einari enn betri tíð. Sera spennandi verður at síggja, hvat Marna megnar í Berlin.

Eisini Borgarhjørt Holm vann stóra rennikapping í Danmark um vikuskiftið. Leygardagin var kvinnurenning í Bramming, og Borgarhjørt var ein av 299 kvinnum, sum rann styttra teinin, 4,9 kilmetrar. 19,52 minuttir brúkti Borgarhjørt um teinin og aftur her var tað føroyingurin, sum smurdi hinar av, tí næstan tveir minuttir vóru til næsta rennaran. Hetta er ikki fyrsta kapping Borgarhjørt vinnur. Næstan hvørja kapping í Suðurjútlandi endar hon onkustaðni á sigurspallinum, og í hennara aldursflokki +45 ár er so gott sum gull-garanti.


Hóast 48 ára gomul heldur Borgarhjørt Holm framvegis høgt støði

Triðja føroyska toppúrslitið hetta vikuskiftið var tað besta av øllum, tó tað ikki bar sigur við sær. Valborg Heinesen var sloppin at kappast við um polska meistaraheitið á ½ maraton. Hon hevur lisið í Pólandi í sjey ár, og polski venjari hennara fekk tosað tað soleiðis til rættis, at Valborg kundi kappast um polska meistaraheitið.  Og hetta gjørdi hon framúrskarandi! Í 27 hitastigum var hon bert fá sekund at taka sítt egna føroyska met. Ætanin var at taka tað, men hitin spilti spælið. Kortini rann hon rættiliga javnt, og tók seg alsamt fram, sum kappingin leið. Við tíðini 1.21.37 tímar, rann hon seg fram til eitt flott 8. pláss í opnu kappingini og enn flottari 5. pláss í kappingini um polska meistaraheitið.

Eisini Valborg venur fram móti maraton. Hon verður nevnliga eisini við í kappingini um Danmarkarmeistaraheitið í maraton, tá hon rennur H.C. Andersen Marathon í Odensen 28. september.

 


Valborg Heinesen (64) gjørdist nummar fimm í kappingini um polska meistaraheitið á ½ maraton

FÍF ynskir teimum trimum hjartaliga tillukku við frálíku úrslitunum!

Slóð til úrslitini hjá Marnu: http://www.fjordmarathon.com/resultater/

Slóð til úrslitini hjá Borgharhjør:  https://app.events4u.dk/event/2014-storgaard-biler-toeseloeb/results?category=RACE-4km

Slóð til úrslitini hjá Valborg: http://www.pila.halfmarathon.pl/w2014/2_OPEN_21km.pdf

4 comments
0

Related Articles

4 comments

Hallur Holm 10.09.14 - 11:21

Rætting:
Tað er rætt, at Marna hevur eina Ommu úr Leirvík. Men hon er altso hoyvíkingur!
So er tað (vónandi) komið uppá pláss.

Hallur

sigrun 10.09.14 - 13:04

Marna hevur ommu í Hvalvík og hin omman bùði ì Svìnoy

Hallur Holm 10.09.14 - 15:59

Haldi onnur omman er hálvur leirvíkingur 🙂

FB 10.09.14 - 12:43

Ja lat okkum eiga ein part av henni eisini 🙂 Sera flott runnið av øllum 3, flott flott 🙂

Tað verður spennandi nú hesar báðar “ungu” fara at luttaka í marathon í næstum.

So manglar bara Borgarhjørt at renna eitt marathon 😉

Comments are closed.