Home Altjóða luttøka Føroysk innrás í Reykjavík

Føroysk innrás í Reykjavík

by Hallur Holm

Sætta árið á rað eru føroyingar við í stóru innadurastevnuni, Stórmót IR, sum IR úr Reykjavík skipar fyri. Frá 2007 til 2010 var talentbólkurin fastur gestur til hesa stevnu, og síðani 2010 hava bæði Treysti og Hvirlan verið til Stórmót IR við stórum ungdómshópum.

Meginparturin av ferðalagnum hjá Treysti fór longu til Íslands seinasta fríggjadag, og hava brúkt alla hesa vikuna bæði sum familjuferð og sum venjingarlegu. Íalt telur ferðalagið hjá Treysti heili 38 børn, ung, foreldur, ommur, abbar, leiðarar og venjarar.

Eisini Hvirlan ger nógv burturúr, og teirra hópur telur heili 27 børn, ung, foreldur, leiðarar og venjarar. Hvirlan er gestur hjá vinarfelagi teirra, sum eisni er vertur fyri kappingini – IR.

Á heimasíðunum www.treysti.fo og www.hvirlan.fo  eru áhugaverdar greinar um túrin.

 
Hópurin hjá Treysti, sum fór yvir longu seinasta fríggjadag. Restin kom í gjár. (mynd: Treysti)


Hvirlur og allir teirra vinir úr IR eftir Stórmót IR í fjør. (mynd: Hvirlan)

0 comment
0

Related Articles