Home Altjóða luttøka Føroyskt met og DM-silvur til Marnu

Føroyskt met og DM-silvur til Marnu

by Hallur Holm

Í dag var stóri dagurin, tá Copenhagen ½ marathon var runnið. Fyrstu ferð var í 2014, tá hetta var HM kapping og 25.000 aðrir rennarar vóru við, har ímillum einir 200 føroyingar.

Tiltakið var tá so væl eydnað, at DAF vildi halda fram við tí, hóast tað ikki hevði HM-status. Bæði í fjør og í ár vóru væl yvir 20.000 rennarar við, og bæði árini eisini nógvir føroyingar. DM er partur av Copenhagen half, og tí høvdu fleiri føroyingar meldað til fyri donsk feløg. Men einir 60-70 føroyingar vóru so í øllum førum við í dag.

Har í millum okkara allarbesti langteinarennari, Marna Egholm. Hon var eisini mett at hava góðar møguleikar at gera seg galdandi í kappingini um tey fremstu plássini í DM-kappingini.

Marna hevur fyrireikað seg til hesa kappingina og til DM í maraton 4. oktober við eini fýra viku langari hæddarvenjingarlegu í Kenja. Nógv venjing hevur verið á skránni, og tað hevur verið sera sera hart hjá henni.

Og so hendi eitt ræðuliga keðiligt óhapp umborð á flúgvaranum á veg heim, tá ein flogterna misti ein kaffikopp niður í fangið á Marnu. Skoldandi heita kaffið gjørdi stóran skaða. 2. grads- og partvíst eisini 3. gradsforbrenning var úrslitið. Og so var DM ½ maratonkappingin fokin. Men nei, Marna valdi kortini, hóast sterka pínuviðgerð, at byrja kappingina í dag. Her royndi hon at fylgja fremsta rennaranum, men mátti tíðliga sleppa og verja sítt 2. pláss. Hóast ferðin fór nakað niður, megnaði Marna enn einaferð at seta føroyskt met, og koma á mál við 1.17.38.  Og eitt trygt silvurmerki bleiv tað eisini í kappingini um DM, har tað bara var Louise Langelund Batting úr Århus 1900, sum var frammanfyri.

Marna DM-silvur
Enn eitt føroyskt met til Marnu, og enn eitt DM heiðursmerki. Hesaferð silvur.

FÍF ynskir Marnu hjartaliga tillukku við føroyska metinum og DM-silvurheiðursmerkinum. Eisini ynskja vit tær góðan bata og góða eydnu við DM maraton 4. oktober.

Henry Olsen vann sín bólk
Tað bleiv eisini til eitt DM Gullmerki í dag. Tað var Henry Olsen úr Bragdinum, sum vann bólkin 50-54 ár. Tíðin hjá honum var 1.18.43. FÍF ynskir eisini Henry hjartaliga tillukku við DM Gullinum!

Tað vóru nógv góð føroysk úrslit í dag. Tíverri eisini onkur ikki heilt nøktandi. Brøðurnir Andrias og Eirikur Hansen høvdu báðir ætlað at knógva oyl-kravið, sum er 1.15.00. Men báðir fingu teir eina miseydnaða kapping. Eirikur helt ferðina til fyrstu 5-10 km og Andrias til fyrstu 10-15. Men so var útselt hjá teimum. Vónandi finna teir skjótt nýggja styrki og áræði, og halda fram at royna.

Skjótasti føroyingur var Signar Røsvik, sum rann teinin uppá 1.13.54. Hann beiv nummar 4 í bólkinum 40-44 ár.

0 comment
0

Related Articles