Home Altjóða luttøka Frálík úrslit í Reykjavík

Frálík úrslit í Reykjavík

by Hallur Holm

Føroysku ungdómarnir, sum kappaðust í renning í Reykjavík í vikuskiftinum, kláraðu seg sera væl.

regin-og-runi-start-800m-ri-fif.jpg
Startur á 800m dreingir 13-14 ár í Reykjavík International. Nummar 3 og 4 frá vinstru eru Regin Joensen og Rúni Seloy

Tey fóru fór úr Føroyum við Atlantic Airways fríggjadagin og kom aftur seinnapartin mánadagin eisini við Atlantic Airways. Í Reykjavík búðu tey á Hotel Ørkini, har ein følir seg sera væl sum føroyingur.

Fríggjakvøldið vóru leiðararnir, Guttorm Sørensen og Hallur Holm, bodnir til móttøku, saman við øðrum leiðarum í “Høfði”, sum bleiv serliga kent tá Reagan og Gorbatjov hittust har í oktober í 1986. 

Kappingarnar fóru fram leygardagin og sunnudagin. Føroysku umboðini hjá FÍF vóru Bjørk H.Olsen, Rúni Seloy, Regin Joensen úr Bragdinum og Rebekka Fuglø úr Treystinum. Harumframt var Steingrímur Hallsson við og luttók hann fyri Bragdið. Tá hugsað verður um árstíðina, so vóru tað nøkur sera góð úrslit tey fingu og nakrar sera góðar tíðir tey runnu.

Tá kappingarnar endaðu seinnapartin sunnudagin høvdu føroysku ungdómarnir vunnið heili 6 gull og 3 bronsuheiðursmerkir, sett 11 bólkamet og 3 føroysk met. Øll settu tey eisini persónlig met.

Stórmót ÍR fór fram allan leygardagin og fyrrapartin sunnudagin, meðan tað seinnapartin sunnudagin bleiv kappast í Reykjavík International. Har vóru Bjørk, Rúni og Regin boðin at luttaka. Nevnast skal at bæði Rúni og Regin høvdu runnið fyrrapartin, men tað darvaði teir als ikki.

Túrurin gekk sum heild sera væl. Íslendararnir vóru fegnir um at síggja føroyingar, og vóru sera blíðir og vilja fegnir síggja fleiri føroyingarnar til Stórmót ÍR og Reykajvík International í 2009.

Umstøðurnar hjá ítróttinum í Íslandi eru góðar, tá hugsað verður um hallir, vallir osv. Umstøðurnar at kappast í frælsum ítrótti innandura í Laugardalshøllini eru framúr góðar. Tað hevði verið ynskiligt at havt eins góðar umstøður til frælsan ítrótt í Føroyum.

Niðanfyri eru øll úrslitini hjá føroyingunum í Stórmót ÍR:

Dreingir 11-12 ár (1996-1997)
60m (45 luttakarar)
Nr. 14 Steingrímur Hallsson (1997) 9,75 sek (bólkamet)

800m (19 luttakarar)
Nr. 3 Steingrímur Hallsson (1997) 2.47,68 min (bólkamet)

Dreingir 13-14 ár (1994-1995)
60m (46 luttakarar)
Nr. 1 Rúni Seloy (1994) 8,16 sek (bólkamet)
Nr. 17 Regin Joensen (1995) 9,11 sek (bólkamet)

200m (32 luttakarar)
Nr. 1 Rúni Seloy (1994) 26,73 sek (bólkamet)
Nr. 10 Regin Joensen (1995) 30,39 sek

800m (20 luttakarar)
Nr. 1 Rúni Seloy (1994) 2.19,20 min (bólkamet)
Nr. 4 Regin Joensen (1995) 2.36,38 min

Gentur 15-16 ár (1992-1993)
400m (5 luttakarar)
Nr. 3 Rebekka Fuglø 64,62 sek (Før.met & bólkamet)

800m (3 luttakarar)
Nr. 1 Rebekka Fuglø 2.32,44 min (bólkamet)

Kvinnur 17- (1991-)
800m (7 luttakarar)
Nr. 1 Bjørk Herup Olsen 2.23,12 min (Før.met & bólkamet)

Her eru úrslitini hjá føroyingunum í Reykjavík International:

Kvinnur
1 míl (1.609m) (7 luttakarar)
Nr. 3 Bjørk Herup Olsen 5.19,35 min. (Før.met & bólkamet)

Dreingir 13-14 ár (1994-1995)
800m (8 luttakarar)
Nr. 1 Rúni Seloy 2.10,56 min (bólkamet)
Nr. 8 Regin Joensen 2.33,41 min

ferdalagid.jpg
Frá vinstru Hallur Holm, Steingrímur Hallsson, Bjørk Herup Olsen, Rúni Seloy, Rebekka Fuglø og Regin Joensen

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Steffen Stübe 28.01.08 - 12:41

Hi Sølvi,
I can’t open the file Met in your website.
Where can I find the Faroer records? Please help.

Regards
Stefen

admin 28.01.08 - 12:47

Dear Steffen

I will get send you the records soon.

Best Regards

Sølvi

Comments are closed.