Home Altjóða luttøka Freshman of the Year!

Freshman of the Year!

by Hallur Holm

Ársins nýbyrjari! Ja tað ljóðar eitt sindur stuttligt, at ein av okkara mest royndu, um ikki allar mest royndi føroyski rennarin yvirhøvur, Bjørk Herup Olsen, nú er kosin Freshman of the Year.


VU-spelen í Gøteborg 2010. Ein konsentrað Bjørk á hálvari leið móti enn einum meti á 800 m. (2.20.01)
mynd: Guttorm Sørensen

Men tað er nú ikki so løgið kortini. Heiðurin hevur hon fingið sum besti kvinnuligi nýkomni næmingur á universitetinum í Greenville, North Carolina. Og tað er ikki hissini heiður at fáa. East Carolina University satsar nógv uppá frælsan ítrótt og kanska serliga renning. Góðir rennarar allastaðni frá verða headhuntaðir til amerikonsku universitetini, og á liðnum hjá Bjørk eru bert tær 7, sum sleppa at umboða besta liðið til tær stóru cross-kappingarnar, sum hava verið í vetur.

Av hesum hevur Bjørk ligið og togast um triðja og fjórða plássið. Men hinar hava tó runnið bæði eitt og tvey ár fyri universitetið.

Kappingarárið innandura er um dagarnar farið í gongd. Bjørk hevur í nov/des havt ein venjingarstøðg fyri at sleppa av við fótskaðan, sum hevur darvað henni síðani juli mánað. Tó verður sera spennandi at fylgja henni í komandi tíðum. Serliga tá uttandurakappingarnar verða fyri, vóna vit at fáa eina Bjørk í toppform at umboða Føroyar á oyggjaleikunum.

FÍF ynskir Bjørk hjartaliga til lukku við enn einum heiðuri.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríðrikur Bláhamar 19.01.11 - 09:21

Wauw Bjørk, tú er ótrúlig, ein fantastiskur vilji. Stórt tillukku herfrá, gleða okkum at síggja teg aftur. Spennandi at síggja hvussu langt hetta røkkur?

Bestu renniheilsanir

Fríðrikur

Comments are closed.