Fýra feløg til Reykjavíkar

Skrivað hevur

Hetta vikuskiftið verður Stórmót IR hildið. Hetta er stóra innandurakappingin í Reykjavík, har føroyingar fara at luttaka tólvta árið á rað. Seinnu árini hava tað verið Treysti, Bragdið og Hvirlan, sum eru farin yvir, men í ár er enn eitt føroyskt felag í Reykjavík. Og hetta er søguligt, tí hetta er fyrstu ferð, at Roysnið er uttanlands til kapping.

Roysnið til Íslands
Íðkarar, foreldur, venjarar og formaðurin við maka – vit eins og tey eru spent at síggja, hvussu tey grønu og allir hinir føroyingarnir fara at standa seg í Stórmót.

Stórmót er fyri tey flestu fyrsta kappingin síðani FM-U í september. Tí er sera spennandi at síggja, hvussu venjingarstøðan hjá okkara fólki. Hóast umstøðurnar at venja her heima eru alt annað enn góðar, hevur innsatsurin mangan verið tað betri, og tí hava vit oftast fingið fleiri góð úrslit. Heiðursmerkjafongurin tilsamans plagar at vera stórur, og íslendingar leggja væl merki til føroysku avrikini.

Til ber at fylgja við í úrslitunum á HESI síðuni.

FÍF ynskir øllum íðkarum góða eydnu og eitt gott vikuskifti til alt tað føroyska ferðalagið, sum tilsamans telur um 80 fólk.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*