Home Altjóða luttøka Fyrsta metið í 2013 longu komið!

Fyrsta metið í 2013 longu komið!

by Hallur Holm

Vit skuldu ikki langt inn í nýggja árið, innan fyrsta føroyska metið sá dagsins ljós. Bert seks dagar gingu, og so hevði Bragdaspurtarin Rói Holgarsson, sum nú venur og kappast fyri Sparta í Keypmannahavn, sett ikki bara eitt, men tvey met á óalmenna spurtteininum 50 metrar.

Hetta hendi í kapping í innandurahøllini í Hvidovre seinnapartin í gjár. Hóast bert tríggir luttakarar vóru við hjá teimum vaksnu, varð innleiðandi riðil kortini runnin. Her bleiv Rói nr. 2 við, tíðini 6,39 sekund – 0,02 sekund frá Arnór Jónssyni og 0,32 sekund betri enn gamla metið hjá Jógvani Glerfoss frá januar 1993, sum var 6,71 sekund. Hetta var nokk ikki eitt av teimum metunum, sum Jógvan var mest stoltur av, so hann fegnast ivaleyst um, at ein av hansara fyrrverandi lærusveinum nú hevur tikið tað.

Men Rói var ikki liðugur. Bert hálvan tíma eftir innleiðandi renningina, skuldi finalan rennast. Men hóast Rói betraði sína tíð 0,03 sekund, gjørdist hann aftur hesu ferð nr. 2. Vinnarin, sum aftur var Arnór Jónsson, hevði tíðina 6,35 sekund, men Rói var beint í hølunum á honum við 6,36 sekundum. Og við eini betring av annars feska metinum! Rói metir sjálvur, at hann kann renna hetta enn skjótari. Hann hevði ikki hvílt nakað serligt innan kappingina. Tvørturímóti sótu nakrir tungir venjingardagar í leggunum.

Vónandi fær Rói onkran møguleika at renna 50 metrar aftur í vetur. Spennandi verður eisini, um hann fer at megna at taka innandurametið hjá Ása Mikkelsen á 60 metrum. Og man ikki eisini innandurametið á 200 metrum standa fyri falli?

Vit fegnast um at tað gongur rætta vegin hjá Róa, og ynskja honum tillukku við metinum og góða eydnu við venjingunum víðari fram móti oyggjaleikunum í summar. 


Rúni Seloy (v.m.) og Hans Jacobsen við føroyska spurtkonginum ímillum teirra.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Jógvan K. Glerfoss 12.01.13 - 20:15

Tað er sum Hallur sigur – eg eri sera sera fegin um, at tað gongst Róa so væl og at mítt gamla met er tikið. Tað frøist eg almikið um persónliga og ikki minst sum venjari. At síggja slíka framgongd og gleði hjá okkara íðkarum tá úrslitini samsvara tíðini og orkuni, ið løgd er í venjingarnar, er tað sum ger venjaragerningin so lívsjáttandi. Hjartaliga tillukku Rói og alt tað besta framyvir. Bestu heilsanir Jógvan

Comments are closed.