Home Altjóða luttøka Góð úrslit í DMU

Tað hevur gingið avbera væl hjá føroyingunum, sum hava luttikið í DM fyri ung í Esbjerg um vikuskiftið. Kappingin er fyri ung í aldrinum 14-22 ár og er greina sundur í bólkarnar 14-15, 16-17, 18-19 og 20-22. Líkindini í Esbjerg hava samanumtikið verið góð um vikuskiftið. Leygardagin var fitt av vindi, men sunnudagin var nakað minni vindur. Hitin hevur ligið um eini 12-18 stig báðar dagarnar, nakrir dropar eru komnir niður, men sólin hevur eisini kaga fram av og á. Kappingin hevur verið væl fyriskipað og hevur nokkso fitt av fólkið verið til staðar meðan kappingarnar eru farnar fram.

Trý gull-, eitt silvur- og tvey bronsuheiðursmerkir blivu vunnin. Harumframt vann Rúni Seloy gull í 4x400m boðrenning saman við liðfeløgunum úr Hvidovre IF. Harafturat blivu bæði føroysk met og bólkamet sett.

runi-1
Rúni Seloy tvífaldur DM-vinnari á 800m og 1.500m

Rúni Seloy, Bragdið
Rúni Seloy, sum aftur í ár luttók í bólkinum 14-15, endurtók bragdið frá seinasta ár, tá hann gjørdist tvífaldur DM-vinnari á 800m og 1.500m. Tað sást tíðiliga at kappingarneytarnir hava stóra virðing fyri Rúna, og tað er ikki uttan orsøk. Rúni vísti seg seg verða ein klassa betri enn hansara javnaldrar, og var tað ongatíð, meðan kappingarnar hjá honum fóru fram, nakar sum helst ivi um, at Rúni fór at vinna. Rúni kundi tí “taka sær av løttum” og royndi onkur at hótta, so vísti Rúni skjótt hvør dugur er í honum. Vinnaratíðirnar hjá Rúna vóru 4.25,89 min. á 1.500m og 2.04,71 á 800m og tað sást væl, at hann renna nógv skjótari á báðum teinunum. Allarseinasta kapping á skránni í DMU var 4 x 400m boðrenning dreingir 20-22, og her hevði Hvidovre brúk fyri 15 ára gamla Rúna, sum rann fyrsta túr uppá umleið 55 sek. Samlaða tíðin hjá teimum bleiv 3.30,12 min. og rakk tað til gullheiðursmerkir.

 

bjork 1000m
Bjørk liggur á odda í 3.000m

Bjørk Herup Olsen, Bragdið 
Bjørk Herup Olsen luttók í 1.500m og 3.000m í bólkinum 18-19. Á 1.500m teininum lá Bjørk á odda næstan allan vegin, men tá nakrir 100m restaðu fór Katrine Væsel, sum hevði ligið í hølunum á henni á allan vegin, frammum Bjørk og vann við tíðini 4.45,79 min. meðan Bjørk á øðrumplássið kom á mál við tíðini 4.48,83 min. sum er 4 sekund frá hennara føroyska meti. Tað var rættiliga fitt av vindi tá tær runnu, og hevði vindurin verið minni og hevði Bjørk kunna ligið aftanfyri onkuntíð, so er væl hugsandi, at hon hevði megna at betra metið hjá sær. Men tað eigur hon so tilgóðar til eina aðru ferð.

Á 3.000m teininum rann Bjørk eina framúr góða kapping. Aftur hesaferð var Katrine Væsel við, og tí var ætlanin hjá Bjørk at renna tað hon kundi frá byrjan, og so vita um hon kundi sleppa frá henni áðrenn tað kom til endaspurtin. Tað eydnaðist til fulnar, tí tá tær fóru undir seinastu 1.000 metrarnar, setti Bjørk uppaftur meira ferð á, og byrjaði hon at trekkja frá. Bjørk vann at enda ein tryggan sigur, og so mikið væl hevði hon runnið, at tíðin hjá henni 10.07,36 min. er nýtt føroyskt met. Bjørk átti sjálv gamla metið uppá 10.13,68 min. sum hon setti í Vasa í Finlandi 22. august í ár. Kilometurtíðirnar hjá Bjørk á 3.000m vóru 3.24, 3.26 og 3.17!

reb eftir mal
Rebekka Fuglø væl nøgd eftir 800m

Rebekka Fuglø, Treysti
Rebekka, sum er í bólkinum 16-17, luttók í 400m og 800m. Í nógva vindinum tá tær runnu 400m legði Rebekka hart út, og var tíðin hjá henni undir 30 sekund á 200m, og var tað enntá í mótvindinum. Tá tær fóru undir seinastu 100 metrarnar lá hon á øðrumplássið, men so byrjaði hon at merkja harða útleggið, og sjálvt um hon stríddist tað í var eftir í henni, so rakk tað til eitt fjórðapláss. Men tíðin hjá henni røkkur til enn eitt nýtt føroyskt met á teininum. Hon setti sjálv fyrst nýtt met á Álandi við 64,24 sekund, og so aftur í august á Tórsbreyt við 63,64 sekund og so aftur nú í Esbjerg, so nýggja metið nú er 62,48 sekund.

Hennara “yndisteinur” er 800m, og út frá tilmeldingartíðunum, so lá hon til eitt fimtapláss. Tí var ætlanin fyrst og fremst at royna at vinna heiðursmerki. Taktikkurin var at leggja varisliga út og royna seg við einum góðum endaspurti, og tann taktikkurin eydnaðist. Líka fram til 650 m lá hon á sættaplássið, og so byrjaði hon endaspurtin, sum varð so mikið góður, at hann rakk til eitt triðjapláss við tíðini 2.26,76 min. bert 36/100 sek. frá øðrumplássinum.

je passaga
Jan Elmar í 3.000m forðarenning

Jan Elmar Sørensen, Treysti
Jan Elmar hevur luttikið í bólkinum 18-19 í greinunum 3.000m forðarenning og 5.000m. Fyrsta kapping hjá honum var forðarenningin, har hann royndi seg fyri fyrstu ferð á 3.000m. Sum áður nevnt, so var fitt av vindi fyrra kappingardagin, og tað ávirkaði eisini tíðina hjá honum eitt sindur. Hann kom á mál á triðjaplássið við tíðini 10.54,30 min. Jan Elmar, sum í august flutti til Vejle at lesa, hevur vant eitt sindur av hekku- og forðarenning,  og tað sást væl aftur í “passagunum” hjá honum í mun til seinasta ár. Seinna kappingin hjá honum var 5.000m og var málið hjá honum at koma undir 17 min. Tað sá eisini leingi út til at skula eydnast, og tá hann fór framvið 3.000m vísti tíðin 9.57 min. Men tá hann hon til 3.900m mátti hann tíverri gevast.

Samanumtikið hevur tað verið eitt gott DMU fyri føroysku íðkararnar, sum kunnu vera stoltir av sínum avrikum. Tað er eisini sera gott, gevandi og læruríkt at vera við til meistaraskapir, og tað ferð føroyski frælsi ítrótturin heilt vist at fáa gagn av í framtíðini. Vónandi kunnu tað verða uppaftur fleiri, sum kunnu luttaka í DMU og DM í komandi tíðum.

FÍF ynskir tykkum øllum hjartaliga tillukku við tykkara frálíku úrslitum!

0 comment
0

Related Articles