Góða gamla Rebekka mundi gjørt ein Bjørk

Skrivað hevur

Tað gjørdist ein langur dagur á Atleticum í dag. Vit fóru av hotellinum kl. 10.30, og vóru ikki aftur fyrr enn kl. 22.30. Tá høvdu allir okkara sjey luttakarar verið við í hvør sínari kapping.

Í okkara fyrstu kapping var lagt út við einum bólkameti hjá dreingjum 17 ár, sum eisini er Hvirlumet. Tað var hæddar- og longdarleyparin Trygvi Laksafoss, sum kappaðist á 60 metrum. Tíðin gjørdist 7,86 sekund, sum tó ikki var nóg mikið at koma í ovaru hálvuna. Sunnudagin skal Trygvi kappast í yndisgrein sínari, sum er longdarlop. Harafturat skal hann royna at klípa enn eitt petti av góðu tíðini, sum hann fekk á 200 metrum seinasta vikuskifti í Reykjavík.


Trygvi nærmastur tilreiðar til 60m

Vit høvdu tveir luttakarar við á 1.500 metrum hjá dreingjum 17 ár. 15 ára gamli Regin Joensen rann fyrst í B-riðilinum. Mál hansara var at bøta um sítt persónliga met, sum var 4.35 min. Feltið fylgdist leingi, og Regin fylgdi væl við. Ferðin hóskaði sera væl til ætlanirnar hjá Regini, so har var bara eitt at gera og tað var at fylgja við. Og tað gjørdi Regin so eisini – líka inntil ferðin eftir 1.000 metrar fór eitt sindur niður. Tá segði Regin farvæl og takk, og rann undan øllum einsamallur á mál við nýggjum persónligum meti, sum nú er 4.31,96. Sunnudagin skal Regin renna 200 metrar við dreingjum 16 ár.


Regin vann greitt sín riðil við nýggjum persónligum metið 4.31,96 min.

Í A-riðilinum var Marnar Djurhuus, sum nýliga er fyltur 16. Marnar hevur vant væl í vetur og málið var eitt pláss á pallinum. Tilmeldingartíðirnar søgdu eisini, at her var møguleiki fyri heiðursmerki, ja kanska enntá einum sigri. Men Marnar hevur eisini ætlanir um at kvalifisera seg til oyggjaleikirnar í summar. A-kravið er 4.09 min, og Marnar ætlaði ikki at vera alt ov langt frá tí tíðini. At byrja við var ferðin sum hon skuldi vera. Tó tyktist Marnar eitt sindur innikleimdur í stóra riðilinum 2-3 tey fyrstu umførini. Men brádliga tók hann sjógv á bak, og við einum ódnartaki legði hann seg á odda. Oddastøðuna helt hann til 200 metrar vóru eftir. Tá fór ein svii framvið honum aftur. Marnar royndi at elta allan vegin á mál, men ov nógvar kreftir vóru brúktar. Silvurplássið varð tó væl og virðiliga vart, og okkara fyrsta heiðursmerki var komið til høldar. Harafturat er hetta føroyskt bólkamet hjá dreingjum 16 ár. Sunnudagin skal Marnar renna 800 metrar saman við monnunum.


Marnar lá fremstur tá tað restaðu 300m, men endaði á 2. plássi við 4.16,74 min.

Venjingin hjá Rebekku Fuglø hevur eisini gingið nógv betur í ár enn undanfarin ár. Hon er sloppin av við skaðar, sum hon kroniskt hevur drigist við, og samstundis er hon farin at venja 7 dagar um vikuna. Tað var tí stórur spenningur um hetta arbeiðið fór at bera ávøkst. 17 ára gamla Rebekka vann nógv heiðursmerki og setti fleiri føroysk met á teinum frá 200 til 1500 metrar frá hon var 12 til 15 ár. Veruleikin er, at síðani 2007/08 eru úrslitini ikki blivin nógv betri, og heldur ikki eru tey nógvu heiðursmerkini vunnin, tá ferðast hevur verið uttanlands.


Her hevur Rebekka sett endaspurtin inn, manglar 100m og nærkast skjótt fremstu kvinnuni

Persónliga metið hjá henni á 1.500 metrum setti hon til Reykjavík International Games í 2009, tá hon rann 5.05 min. A-kravið til oyggjaleikir er 5.03, so málið hjá Rebekku var í fyrsta lagi at seta persónligt met, í øðrum lagi at klára oyl-kravið, og síðani at koma undir 5 minuttir. Kappingin var fyri gentur 19 ár, sum næstan altíð er ein lítil bólkur. Tí eru ofta góðir møguleikar fyri heiðusmerkjum, so tað var eisini eitt mál.


Karina Klok úr Danmark, Rebekka Fuglø úr Føroyum og Caroline Hjalmarsson úr Svøríki

Eisini í kappingini hjá Rebekku kom ferðin á feltinum at hóska sera væl við frammanundan lagdar ætlanir. Av tí at tær bert eru 4 í bólkinum gentur 19 ár, renna tær samstundis sum kvinnurnar. Umfar fyri umfar lá hon á 7. plássi við eini ferð, sum boðaði frá, at hon fór klára beint undir 5 minuttir. Eftir 1.000 metrum er spjatt eitt lítið sindur, meðan ein kvinna hevur runnið seg væl á odda. Tá hálvtannað umfar – 300 m – er eftir at renna, ger Rebekka ein øgiligan vørr. Hon strýkur framvið øllum sínum nærmastu kappingarneytum, og leggur seg á annað plássið. Og síðani byrjar hon at elta ta fremstu. Tá hundrað metrar eru eftir byrjar veruliga at bragda, og tá einir 40-50 metrar eru eftir, kemur hon í besta Bjørk-stíli næstan heilt undir liðina á tí førandi. Men í sera spennandi spurtinum, fann hin onkrar eyka kreftir og kom fyrst á mál. Men Rebekka vann gullmerkið hjá gentum 19 ár. Og ikki nokk við tí. Hon tók samstundis heili 15 sekund av sínum egna meti! Tíðin gjørdist so góð sum 4.50,34 so ikki er undarligt, at hon hevur strálað sum sólin í allan dag. So nú verður spennandi at hyggja, tá hon fer at renna 800 metrar móti kvinnunum í morgin.


Hans (5) kemur um mállinjuna, sum nummar trý í sínum riðili

Ein, sum altíð gongur undan til venjingar er Hans Jacobsen úr Bragdinum. Hann skuldi í dag royna seg á 400 m í bólkinum dreingir 17 ár. Hans var so óheppin seinasta vetur, tá hann breyt beinið. Hetta gjørdi, at hann misti møguleikan at røkka einum góðum formi seinasta summar. Men í vetur hevur Hans aftur vant nógv og væl, og í dag var hann ordiliga uppsettur. Í dag skuldi tað verða! Við fúkandi feð streyk hann runt fyrsta umfarið, sum ikki tók honum meira enn 25-26 sekund. Men tað var jú alt ov skjótt, og prísurin skuldi gjaldast. Seinastu 150 metrarnir vóru sum eitt grundskeið í yvirliving. Við nógvari mjólkarsýru í vøddunum, kempaði um hvønn metur. Og hóast Hans ikki var nøgdur við endaliga úrslitið, var hetta tó ein betran av hansara egna meti við 22/100 sek. Tað kann sigast at vera sera positivt, at man setur persónligt met, tá man rennur 30 sekund heim. Tí tá er veruliga nógva at heinta í einari kapping, har runnið verður meira javnt! So væntast kann, at tey 55,71 sekundini Hans brúkti í dag, skjótt blíva til undir 54 sekund. Í morgin kann Hans seta enn eitt persónligt met, tá hann fer at renna 200 metrar.


Elsa rann væl og vann sín riðil við 29,25 sekund

Elsa Berg og Sára Debesardóttir vóru tær seinastu, sum skuldu renna í dag. Elsa skuldi renna kl. hálvgum níggju og Sára kl. hálvgum tíggju. Tá høvdu tær bíðað í høllini síðani kl. 11.00 eftir at sleppa at renna 200 metrar. Um tað var hendan langa bíðitíðin, sum gjørdi, at tær sum tær einastu ikki settu persónlig met, kann bara gitast um, men ikki er tað ósannlíkt. Elsa rann við gentum 16 ár, og vann sín riðil í stórum stíli. Og tíðin var eisini heilt góð. 29,25 sekund er næstbesta tíðin hjá Elsu nakrantíð, og har resta bert 45/100 sekund at klára oyggjaleikakravið. Í morgin fer Elsa at renna móti Rebekku og hinum kvinnunum á 800 metrum.


Sára er júst byrjað uppá sínar 200m, sum hon rann uppá 30,87 sekund

Sára rann 200 metrar móti gentum 14 ár. Vónin var, at hon kundi bøta um sína bestu tí, sum var 30,7 sekund. Men hetta gekk akkurát ikki. Sára kom í ein sterkan riðil, har stórar, sterkar og vælvaksnar 14 ára gamlar gentur fóru frá 12 ára gomlu gentuni, sum tó svaraði væl aftur. Úrslitið gjørdist 30,87, sum er hennara næstbesta tíð. Lítið er tó at ivast í, at ikki gongur leingi, áðrenn hatta fremsta 3-talið verður skift út við eitt 2-tal. Í morgin fer Sára at renna 60 metrar við gentum 13 ár.

Gull, silvur, 2 bólkamet og 5 persónlig met fyrra dagin, gevur stórt áræði til seinna dagin! Í skrivandi løtu liggja tey øll og sova sær megi til avbjóðingarnar.


“Avprickning” í Atleticum høllini har kappingarnar fara fram


Gutti og Hallur fingu heilsað uppá Jeremy Price, sum var í Føroyum í 2006 og helt venjaraskeið

 
Rebekka og Marnar komu á sigursskammilin í dag

6 viðmerkingar

  1. Símun says:

    Langir dagar í Svøríki, skilji eg. Hugaligt at hoyra frá tykkum og hvussu gingist hevur. Tit eru ófør ! Drívið á eisini í dag. Símun

  2. heri says:

    tillukku við flottu úrslitunum! 🙂

  3. Til lukku tit øll – óførur ungdómur vit eiga. Góða eydnu í dag 🙂

  4. Bjørk Herup Olsen says:

    Hey tit øll!

    Stuttligt at hoyra um tykkum! Deiligt at tit klára tykkum so væl. Kundi hugsað mær at verið við 🙂
    Alt tað besta, drívið á!!

    Heilsan Bjørk

  5. Jeremy Pryce says:

    Go Faroes Tracck&Field!!!

  6. Jóannes Poulsen says:

    Ein forsinka heilsan. Tllukku tit Øll somul við tykkara avrikum. Hevði eg verið ungur og Grønur men nú eri eg bara Grønur

    HaHAhaHAhA.