Home Altjóða luttøka Góður 1.dagur í Stórmót ÍR

Tað gekk fínt hjá talentbólkinum í Stórmót ÍR í dag. Tey kappaðust øll í 60m og 800m. Spurtteinurin var tann fyrra kappingin og fyrst at renna var Elsa Berg. Hon er ikki von at renna so stuttar teinar. Tað vóru 37 gentur til start og av teimum bleiv Elsa nummar 11 við tíðini 8,86 sekund. Hon rennur í bólkinum gentur 14 ár. Síðani var tað Fríði, sum rennur í bólkinum dreingir 14 ár. Hann fekk ein heldur lakan start, men rann seg kortini til eitt 5. pláss av teimum 22 dreingjunum, sum vóru til start. Tíðin hjá Fríða bleiv 8,42 sekund.

Síðani vóru tað Hans, Dánjal Jákup og Regin í skuldu royna seg í 60m sprintinum. Her vóru 25 dreingir til start og var Regin tann fyrsti at renna og fekk hann tíðina 8,57 sekund. Hans og Dánjal Jákup vóru í sama riðili og runnu síð um síð í breyt 2 og 3. Teir lógu rættiliga javnar mesta partin, men móti endanum var tað Dánjal Jákup, sum fór eitt petti framum Hans. Dánjal Jákup kom á eitt 7. pláss við tíðini 7,92 sekund, meðan Hans bleiv nummar 11 við tíðini 8,10 sekund.

Bert hálvan tíma eftir at teir høvdu runnið 60m skuldu teir renna 800m. Her vóru 8 dreingir til start og helvtin av teimum vóru føroyingar, tí Marnar Djurhuus úr Treysti skuldi eisini luttaka í hesi kapping. Ein íslendingur legði seg skjótt á odda, við Marnari fáar metrar aftanfyri og so eitt lítið glopp aftur til Regin og hinar. Munurin øktist spakuliga, men tá teir fóru út á seinasta umfar, setti Marnar turbo’ina til og fekk íslendingin skjótt aftur, men so gingu kreftirnar hjá honum undan og íslendingurin yvirhálaði hann aftur stutt áðrenn málið. Íslendingurin vann við 2.07,66 min. meðan Marnar á 2. plássið fekk tíðina 2.08,06 min. Regin, sum ikki var heilt nøgdur við startin hjá sær, rann eisini væl og bleiv nummar trý við tíðini 2.14,92 min. Dánjal Jákup og Hans lógu rættiliga javnir allan vegin, men móti málinum var tað Dánjal Jákup í átti munin. Tíðin hjá Dánjal Jákupi bleiv 2.19,53 min. og hjá Hans bleiv tíðin 2.19,65 min. Her skal leggjast afturat, at hjá øllum fýra var talan um greið persónlig met.

        
Marnar fer út á síðsta umfar.                  Regin við bronsumerkinum                    Dánjal Jákup og Hans koma um málið
Regin kappast um 3 .pláss og
Danjál Jákup um 5. pláss.

Næstseinasta kapping í dag var 800m fyri gentur 14 ár har Elsa er við. Tær 18 genturnar vórðu býttar í 2 riðlar, og tá tíðirnar hjá teimum fremstu í 1. riðli vóru 2.36, 2.37 og 2.37 min. so var líkt til at Elsa fór at klára allar hesar og kundi tí renna eftir einum heiðursmerki í 2. riðili. Elsa skuldi kappast við Anitu Hinriksdóttir, sum luttók í 1.500m renningini, sum Bjørk vann seinasta vikuskifti. So talan var her um ein harðan kappingarneyta hjá Elsu, og tað vísti seg eisini at blíva so. Anita legði hart út og økti leiðsluna allan vegin, meðan Elsa legði heldur varliga út. Á næstu rundu var Elsa komin fram á 2. pláss og hetta megnaði hon at halda á mál. Anita vann við 2.24,32 min. meðan Elsa setti persónligt met við 2.34,29 á 2. plássi.

   
Elsa áðrenn seinsta umfar                   Fríði klárur til start á 800m                      Elsa við silvurmerkinum og Merkinum      

Seinasta kapping hjá okkum í dag skuldi byrja kl. 16.40 tá Fríði skuldi renna 800m, men at tí at fleiri dreingir, sum skuldu renna 800m eisini vóru við í hæddarlopi, so fór kappingin hjá honum ikki í gongd fyrr enn beint áðrenn kl. 18.00 og tá møttu bert 6 av teimum 10 dreingjunum til start. Fríði legði eitt sindur hart út á fyrstu rundu og var nummar tvey, men so fór ferðin nakað niður á næstu rundu og uppaftur meira niður á triðju rundu, so hann lá aftast eina løtu, men so gavst ein, og á fjórðu rundu setti hann ferðina uppaftur, soleiðis at henda rundan gjørdist tann  skjótasta, og tá fekk hann íslendingin á 4. plássið aftur. Tíðin hjá Fríða bleiv 2.30,25 min.

Í morgin skulu øll kappast aftur og tá renna Elsa og Fríði 200m, meðan Hans, Dánjal Jákup og Regin fara at renna 400m.

0 comment
0

Related Articles