Góð úrslit í Copenhagen Open

Skrivað hevur


Copenhagen Open hevur verið á Hvidovre Stadion um vikuskiftið.

9 føroyskir íðkarar, úr 3 føroyskum feløgum, hava roynt seg. Har ímillum var Tummas Napoleon Arge, sum eftir longri tíð aftur var at finna í kapping á breyt.

Tað var sera stuttligt hjá okkara íðkarum at verða við í kappingini hetta vikuskiftið, av tí at stórur partur av donsku elituni var tilstaðar, hetta fyri at fáa kappingarvenjing til DM, ið verður í næstum.

Flestu av okkara íðkarum hava staðið seg sera væl. Fleiri persónlig met og bólkamet eru sett, umframt 1 føroykst met, ið Maria Biskopstø setti á 400 m við tíðini 58,91 sek. Gamla metið átti hon sjálv og var tað 59,10 sek. Vit ynskja Mariu hjartaliga tillukku við metinum.

Úrslitini hjá føroysku íðkarunum síggjast niðanfyri.

Og øll úrslitini eru á hesum leinkjunum:

Úrslit leygardag

Úrslit sunnudag

Comments are closed.