Góð úrslit í Stórmót ÍR

Skrivað hevur

Farna vikuskifit vóru 25 ungdómar úr Bragdinum (12) , Hvirluni (9), Treystinum (3) og Roysninum (1) við í kappingini “Stórmót ÍR” í Laugardalshøllini í Reykjavík. Tað hevur verið siðvenja síðani 2007 at føroyingar luttaka í innandurakappingum í Íslandi í januar mánað. Øll undanfarin ár eru tey komin aftur við góðum úrslitum og hesaferð var onki undantak. Nógv sera góð avrik vóru at síggja og ofta stóðu føroyingar á sigurspallinum.

Føroyskt met í hæddalopi
Í hæddarlopi hjá kvinnum setti Teresa F. Bláhamar føroyskt met tá hon kom uppum 1,56m. Innandurametið frammandundan áttu hon sjálv og Bára J. Glerfoss og var tað 1,50m.

Nógv bólkamet og persónlig met
Á heimasíðuni hjá Bragdinum og Hvirluni dagur 1 og dagur 2,  kann lesast hvussu teirra einstøku íðkarar stóðu seg.

Øll úrslitini frá kappingini eru at finna her: Úrslit Stórmót ÍR 2019 

FÍF ynskir øllum hjartaliga tillukku við flottu avrikunum í Reykjavík.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*