Home Altjóða luttøka Gongur væl í Svøríki

Gongur væl í Svøríki

by Hallur Holm

Tað hevur higartil gingið sera væl hjá føroysku rennarunum, sum um vikuskiftið luttaka í VU-Spelen í Gøteborg. Higartil hava tey sett bæði eitt føroyskt met og fleiri persónlig met.

Jan Elmar hevur sett persónlig met á 800m og 1.500m
 

Fríggjakvøldið rann Jan Elmar Sørensen 800 m í bólkinum dreingir 17 ár, har hann setti persónligt met við tíðini 2.09,46 min.

 

Leygardagin skuldu øll trý í eldin. Bjørk Herup Olsen legði hart út við at seta nýtt føroyskt met hjá kvinnum og bólkamet á 1.500 m teininum við tíðini 4.48,41 min, sum er næstan 6 sekund skjótari enn gamla metið á 4.54,19 min., ið Bjørk sjálv átti. Hetta frálíka úrslit rakk til eitt 5. pláss í bólkinum gentur 17 ár, har tilsamans 29 luttakarar vóru við.  

Bjørk setti føroyskt met á 1.500 m teininum
 

Eftir frálíka úrslitið hjá Bjørk, skuldi Jan Elmar royna seg á 1.500 m teininum. Her setti hann eisini persónligt met við tíðini 4.29.52 min, sum er stór framgongd hjá honum. Eftir at vera komin á mál, helt hann seg tó hava meira at geva av, so hetta boðar frá góðum úrslitum framyvir.     

Jan Elmar roynir seg
 

Seinni leygarkvøldið luttók Jóan Karl Joensen á 400 m teininum hjá monnum. Hann megnaði at renna teinin uppá 52,96 sek, sum eisini er persónligt met. Gamla persónliga metið var 53,07 sek.

 

Í dag, sunnudagin 29. juni, fara Bjørk og Jóan Karl at renna 800 m, og beint eftir renningina fara øll trý á venjingarlegu í nakrar dagar í Stenungsund saman við øðrum ungdómum úr norðurlondum.

0 comment
0

Related Articles