Gull og tvær silvur seinasta dagin í Visby

Skrivað hevur

Undan oyggjaleikunum varð mett, at vit høvdu møguleika at vinna fimm heiðursmerki. Øll tey fimm kundu hugsast at verða úr gulli.

Fyrstu dagarnar fingu vit tvey av teimum heiðursmerkjunum. Bronsu til Rebekku á 1.500 m og eitt av teimum súru silvurmerkjunum, sum var sera nær við at vera gull, tá Marna varð tikin beint áðrenn málstrikuna á 10.000 m.

Vit máttu síðan bíða til seinasta dagin við hinum trimum sterku greinunum hjá okkum. Men meðan vit bíðaðu, fingu vit eitt óvæntað bronsumerki, tá sera formsterka Margit setti føroyskt met í trístøkki.

Og so kom seinasti dagurin. Tríggir gull-aspirantar stóðu at byrja samstundis kl. 15.30. Marna í hálvum maraton, har starturin var uttanfyri rennibreytina, Rebekka á sínum yndisteini (800 m) og Tórur Mortensen í trístøkki. Á 800 metrum var tað so flott, at vit eisini høvdu Oddvør í finaluni!

Rebekka var fyrst skotin avstað. Hetta var triðja ferðin, at hon var ein heiðursmerkjavón á 800 m, og ongantíð so nógv sum hesuferð. Tað regnaði og tað var vindur, so ikki var ráðiligt at renna frá oddinum, sum eg annars hevði varhugan av at hon ætlaði. Ferðin var rímilig fyrstu 200 metrarnar, men fór so langt niður. Fram við 400 var bert ein, sum hevði mist eitt sindur.

800m finala-1
Tær fara framvið 400 m. Rebekka væl fyri beint aftanfyri hinar favorittarnar

Rebekka gav tol til minni enn 200 metrar vóru eftir. So eksploderaði hon. Slapp undan hinum, og rann í stórum stíli einsamøll allan vegin á málið. Emma Leask og Gemma Dawkins, sum eisini vóru favorittar hendan dagin, gjørdu alt tær kundu fyri at fáa fatur í Rebekku. Men hon vísti ongan veikleika og als onga náði. Gull til Føroyar!

800m finala-2
Rebekka fer um málstrikuna og vinnur gull fyri Føroyar! Hon er bara onnur føroyska kvinnan at vinna oyggjaleikagull yvirhøvur. Hin er sjálvandi Valborg Heinesen. 

Kappingin í trístøkk gekk við sniglaferð. Hálvan tíma eftir lýsta startin kl. 15.30, leyp Tórur fyrstu ferð, og klokkan 16.30 leyp hann aðru ferð. Eftir hesi bæði fyrstu lopini var støðan ikki góð. Bæði lopini vóru miseydnað. Tórur sá út til at hava nógva ferð í atrenningini og mikla megi í lopunum. Men í báðum førum missir hann stýringina, og má avbróta beint áðrenn síðsta lopið.

Nú stóð á. Næsta lopið mátti ikki miseydnast, men tað mátti verða nóg langt til at koma millum átta teir bestu, sum fingu trý lop afturat. Og triðja lopið bleiv betur. Við 14,49 metrum legði hann seg trygt á silvurvinnarakós bert 3o cm frá førandi Carl Morgan.

tórur trístøkk
Eitt lop var nóg mikið til silvur, men gullið glapp

Fjórða lopið miseydnaðist vegna pínu av triðja lopinum. So Tórur valdi at leypa 5. umfar um og satsa alt uppá sætta og seinasta lopið. Men sætta lopið miseydnaðist eisini, so Tórur var standandi á 14,49 metrum, sum var meira enn ríkiligt til silvur, og framvegis bert 20 sentimetrar frá gullinum. Tað skal ikki nógv hugflog til at ímynda sær, at ein spillfrískur Tórur lættliga hevði farið avstað við gullinum.

Marna kom aftur á breytina og rann á mál áðrenn kappingin í trístøkki var liðug! Rapporteringar frá kappingini í hálvum maraton fingu vit í hátalararnar og frá Rigmor, sum súkklaði úti á rutuni. Tær vóru fyrst fýra kvinnur, sum lógu saman. Tað vóru tíggjar tær fremstu frá 10.000 m kappingini og so ein afturat. So frættist, at bert tvær vóru einsamallar fremstar. Og tað vóru tær somu, sum vóru nógv sterkast á 10.000 metrum, og høvdu ein harðan dyst til tað allar seinasta.

marna hálv-1
Fjórðsterkasta tíðin í oyggjaleikasøguni var ikki nóg mikið hjá Marnu Egholm at vinna gull. Hon mátti taka til takkar við silvurið, 12 sekund aftanfyri stórrennaran av Guernsey, Louise Perrio

Hesuferð skuldu vit ikki bíða fult so leingi til avgerðin fall. Ein lítlan kilometur áðrenn málið slapp Louise Perrio av Guernsey spakuliga undan Marnu, sum alla tíðina helt á at stríðast. Men spakuliga otaði Perrio seg undan, og tá tær komu inn á breytina og høvdu 300 metrar eftir, var kappingin avgjørd.

Tað var sanniliga kvalitetur í kappingini á hálvum maraton. Allar tær tríggjar fremstu kvinnurnar komu undir 1.20 tímar. Bert tvær kvinnur eru áður komnar undir 1.20. Vinnarin í 1987 og vinnarin í 1991! Teinurin í Visby er ikki nakar serliga skjótur teinur, so tað ber væl til at siga, at á øllum hinum trettan oyggjaleikunum, hevði avrikið hjá Marnu givið gull.

Eisini Julian Gregersen hevði runnið seg til eitt finalupláss seinasta dagin. Tað var tó ikki mett, at hann hevði stórvegis møguleikar at vinna heiðursmerki á 1.500 metrum. Tað bleiv lagt sera hart út, og skjótt var Julian aftastur í sterka feltinum. Men ferðin mundi vera so ríkilig fyri fleiri av rennarunum, og Julian dugdi at halda høvdið kalt og renna sína egnu ferð.

Av 11. plássi rann hann seg fram á 8. pláss beint áðrenn seinasta umfar. Á seinasta umfarinum tók hann aftur fleiri rennarar, og legði seg út í stríðið um fimtaplássið. Men móti endanum megnaði hann ikki at halda, og misti nakað aftur. Úrlsitið gjørdist tó eitt gott persónligt met, 4.04,57 min, sum av sonnum er ein kvalitetstíð. Hon rakk til áttandaplássið.

julian 1500m finala
Julian Gregersen hevur yvirtikið heiðurin sum Føroya besti miðteinarennari, eftir Rúna Seloy.

Tað hevur verið sera stuttligt at sæð okkara ungu kvinnur royna seg á styttru teinunum. Serliga stuttligt hevur verið at sæð tær royna seg í boðrenningunum, har tær hava livað upp til vónirnar og sett føroyskt met á báðum teinunum. Sum prikkurin yvir i’ið runnu tær seg eisini í báðar finalurnar.

Hóast tær endaðu aftastar í báðum finalunum, hava tær nú prógvað, at vit kunnu vera við, og longu um tvey ár eiga vit at hava tikið okkum enn longur fram, og tá fara vit heilt víst at lukta meira eftir heiðursmerkjunum.

4x400m finala-2
4×400 m liðið, sum tók 6 sekund av gamla metinum. Í finaluni vóru kreftirnar uppi, og tær gjørdust nummar fimm . Vónandi síggja vit Elisabet, Rebekku, Margit og Oddvør aftur um tvey ár. Á 4×100 m rann Alda ístaðin fyri Rebekku. Vit vóna sjálvandi eisini at síggja hana aftur um tvey ár! 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>