Home Altjóða luttøka Gull, silvur og bronsu til Veteran-DM

Gull, silvur og bronsu til Veteran-DM

by Hallur Holm

Um vikuskiftið hevur árliga kappingin um Danmarkarheitið fyri veteranar verið hildið á Østerbro Stadion í Keypmannahavn. Seinnu árini hevur sum oftast verið føroysk luttøka, og so var eisini í ár. Og væl kom burtur úr.

Borgarhjørt Holm, sum vikuskiftið framman undan vann FM á 5.000 m uttan mótstøðu, kom enn einaferð í ta støðu, at eingin var at renna í móti. Og so var lætt at verja DM-heitið fyri veteranar 45-49 ár, sum hon eisini vann í fjør. Tíðin hjá Borgarhjørt var 20.21,79 min – nakað skjótari enn hon rann á Tórsbreyt til FM, men eitt sindur seinni enn tá hon gjørdist nr. 3 á ólavsøku.


Borgarhjørt Holm varð nr. 3 á ólavsøku, og vann veterankappingina. Síðani gjørdist hon føroyameistari á 5.000 m og vann nú DM fyri veteranar.

Henry Olsen rann eisini 5.000 metrar. Og hann fekk veruliga víst, at hann er komin væl fyri seg aftur. Tíðin hjá honum er ein hin besta, hann yvirhøvur hevur runnið, og í einari sterkari kapping eydnaðist honum at vinna bronsu við tíðini 17.19,50 min í bólkinum 50-54 ár. Silvurvinnarin í hesum bólkinum er eisini eitt sindur føroyskur. Tað var nevnliga ólavsøku-legendan Bent Povlsen, og hann rann teir 5.000 metrarnar uppá 17.11,06.


Vit eiga nógvar góðar veteranrennarar í Føroyum, og hetta er avgjørt tveir av teimum. Teir høvdu ein harðan dyst á ólavsøku. Henry (v.m.) vann bronsu til Veteran-DM og munnu vit ikki fara at síggja Cecil (h.m.)  heilt frammalaga í onkrari veterankapping skjótt?

Evald við Garð er ivaleyst tann føroyingurin, sum oftast hevur roynt seg til veterankappingar, og aftur til hetta DM hevði hann teknað luttøku. Evald hevur verið føroyskur landsliðsrennari, og umboðaði Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey í 2003, har hann rann 800 m. Og tað er framvegis sami teinur, Evald dúvar mest uppá, og sum oftast endar hann onkustaðni á sigurspallinum. Tað gjørdi hann eisini hesuferð, tí við 2.12,95 eydnaðist honum at vinna silvur.


Kollfirðingurin Evald við Garð á sigurspallinum á Østerbro sunnudagin

Sostatt vunnu føroyingarnir, hóast fámentir, bæði gull, silvur og bronsu til Veteran-DM. FÍF ynskir tykkum øllum hjartaliga tillukku.

 

0 comment
0

Related Articles