Í kvøld høvdu vit tríggjar finalur á skránni. Og í øllum hesum trimum finalunum høvdu vit heiðursmerkjavónir. Vit nevndu fyrr í kvøld, at um Hallur Simoensen í klingrufinaluni kundi kasta upp til sítt besta, so vildu heiðursmerkjavónirnar vera á einari leið.
Eftir fimm av seks umførum, lá Hallur á triðja plássi, hóast hann var ein metur frá sínum besta kasti. Og so hendi tað, at maðurin sum var nummar fimm í seinasta kastinum sníkti seg framvið Halli, sum nú var á fjórða plássi. Men Hallur hevði sítt seinasta kast eftir. Og tað var ikki við mýkindum. Hann legði meira enn tveir metrar afturat og tók ikki bara triðjaplássið aftur, men lá nú við 44.89 m til silvur. Næstseinasti maður at kasta var legendariski Erik Larson av Gotlandi, sum undan seinasta umfarinum var nummar tvey, men nú brádliga var nummar fýra. Hann kundi taka silvurið frá Halli. Hetta megnaði hann ikki, og frøin í føroysku leguni var stór, tó silvurið varð staðfest.
Hallur setir her persónligt met við 44,89m og vinnur silvur
Fegnast og ikki minst stoltast mundi venjari hansara, Heri Ziska, vera. Úrslitið hjá Halli kemur so avgjørt ikki burtur úr ongum. Hetta er eitt úrslit, sum kemur eftir miðvíst arbeiði gjøgnum 6 ár, so tað var sera gleðiðiligt, tá úrslitið nú vísti seg so avbera gott, og eitt oyl-silvurmerki lá eftir. Heri Ziska eigur so avgjørt eisini eina stóra aktiu í heiðursmerkinum.
Fyri fyrstu ferð í oyggjaleikasøguni, var forðarenning hjá kvinnum runnin í kvøld. Bjørk Herup Olsen var ein av trimum kvinnum í hesari kappingini. Clare Wilson úr Hetlandi var tann vandamikla. Hon er ikki hvør sum helst, hóast hetta skuldi eitast at vera hennara fyrsta forðarenning. Hon hevur í alt vunnið fýra oyl-gullheiðursmerki á 800 m, 1.500 m og 4×400 m, har hon eisini er partur av oyggjaleikametinum.
Bjørk ávegis úr vatngrøvini
Bjørk tók leiðsluna frá byrjan, og helt hana tey fyrstu trý umførini. Tá tær fóru um vatngrøvina fjórðu ferð, tók hetlendska kvinnan dik á seg og vísti ræðandi styrki. Hon økti skjótt og fekk upp á 600 metrar eitt hol aftur til Bjørk uppá einar 80 metrar. Men so slapp hon heldur ikki longur. Tvørtur ímóti byrjaði Bjørk aftur at nærkast. Og so datt Clare eisini næstseinastu ferð um vatngrøvina, og tað var týðuligt at hon var troytt.
Bjørk hinvegin, sá nú út til at hava fingið nýggjar kreftir og nærkaðist alsamt. Tað var tó tíverri ov stutt eftir, tí tá tær fóru um málið vóru bara fýra sekund á muni. Vanliga verður sagt, at tú vinnur gull, men tapir silvur. Í hesum førinum var ikki ein gang silvur til taparan, av tí at bert tríggjar vóru við í kappingini.
So var bara 1.500 m eftir har Rebekka lættliga hevði vunnið sær sæti í finaluni. Vit vistu, at Rebekka var millum fimm tær bestu, men at onkrar av hinum vóru sterkari enn Rebekka. Men vit vistu eisini, at Rebekka var minst líka stinn í einum avgerandi spurti sum allar hinar. Vónin var tí, at ferðin ikki bleiv ov høg, so at Rebekka kundi hava eitt sindur av kreftum eftir til spurtin.
Favorittarnir í 1.500m hava lagt seg klárt á odda
Men tað vildi Rachael Franklin bara yvirhøvur ikki. Hon legði út sum eitt satt ódnarveður og rann fyrsta umfarið upp á bara 67 sekund. Hinir fýra favorittarnir fylgdu aftaná við 68. Og høga ferðin helt fram. Á 1.000 m vóru tær undir 3.00. Á 1.100 m segði urið 3.16, men tá tók hon at dragna, og eftir 1.200 metrar uppá bara 3.36 min eru heiðursmerkjavónirnar kortini horvnar, og Rebekka rennur uppgevandi heim uppá 66 sekund ella tilsamans 4.42.
Fýra tær fremstu stríddust ein harðan dyst, sum endaði við, at báðar tær fremstu endaðu heili fýra sekund undir oyggjaleikametinum.
Skráin í morgin:
Kl. 10.50 – Rebekka Fuglø 800 m innl.
Kl. 11.10 – Rúni Seloy 1.500 m innl.
……
Kl. 18.00 – Tórur Mortensen longdarlop, finala
Kl. 19.50 – Hanus Bergsson, spjótkast, finala
Kl. 19.50 – Marna Egholm, 10.000 m finala
Athletics
Discus Men
Position | Bib | Competitor | Island | Result |
---|---|---|---|---|
![]() |
179 | ![]() |
JER | 57.23 |
![]() |
47 | ![]() |
FAR | 44.89 |
![]() |
307 | ![]() |
YSM | 43.33 |
4th | 71 | ![]() |
GOT | 43.27 |
5th | 12 | ![]() |
ALA | 40.35 |
6th | 167 | ![]() |
IOW | 39.36 |
7th | 176 | ![]() |
JER | 39.18 |
8th | 128 | ![]() |
IOM | 36.01 |
9th | 236 | ![]() |
SAA | 35.32 |
DNS | 240 | ![]() |
SAA |
Athletics
3000m SteepleChase Women
Position | Bib | Competitor | Island | Result |
---|---|---|---|---|
![]() |
270 | ![]() |
SHE | 11:16.74 |
2nd | 45 | ![]() |
FAR | 11:20.77 |
3rd | 157 | ![]() |
IOW | 13:41.22 |
Athletics
1,500m Women
Position | Lane | Bib | Competitor | Island | Result |
---|---|---|---|---|---|
![]() |
5 | 132 | ![]() |
IOM | 4:24.93 |
![]() |
4 | 281 | ![]() |
WES | 4:25.00 |
![]() |
6 | 106 | ![]() |
GUE | 4:27.17 |
4th | 7 | 119 | ![]() |
GUE | 4:28.69 |
5th | 3 | 43 | ![]() |
FAR | 4:42.92 |
6th | 1 | 70 | ![]() |
GOT | 4:52.17 |
7th | 8 | 151 | ![]() |
IOM | 4:52.94 |
8th | 9 | 290 | ![]() |
WES | 5:03.89 |
9th | 2 | 209 | ![]() |
JER | 5:06.08 |
1 comment
I’ve been looikng for a post like this forever (and a day)
Comments are closed.