Føroyski hópurin er komin á pláss í St. Helier, høvuðsbýnum á Jersey. Hópurin býr á Bayview Guesthouse, góðan hálvan annan kilometur frá kappingarøkinum á FB Fields. Har úti hava íðkararnir longu verið upp til fleiri ferðir til venjingar og at hyggja eftir umstøðunum.
Vit skulu kappast í 14 ymiskum kappingum, og vónirnar til yngsta oyl-hópin nakrantíð eru góðar. Hópurin er tíverri skerdur, nú Valborg Heinesen mátti melda frá vegna skaða. Kortini er hetta ein sterkur og komtetentur hópur, har heiðursmerkjamøguleikar so avgjørt eru til staðar í fleiri av teimum 14 kappingunum.
Tað verður nógv meira at frætta her á heimasíðuni, og eisini á facebook-vanganum hjá FÍF komandi dagarnar.
Ungir spentir atletar fúsir til dyst. F.v. Rúni Seloy, Bjørk Herup Olsen, Tórur Mortensen, Marna Egholm, Hallur Simonsen, Rebekka Fuglø og Hanus Bergsson. (mynd: Guttorm Sørensen)
Skráin finst her sum .pdf Oyggjaleikir 2015 skrá og sást eisini niðanfyri.
Frælsur ítróttur á Jersey | |||||||
– | |||||||
Sunnudagin 28. juni | |||||||
8.30 | ½ maraton kvinnur, Marna Egholm og Bjørk Herup Olsen | ||||||
10.30 | Heiðursmerkjahandan ½ maraton | ||||||
– | |||||||
19.55 | 800 m menn innleiðandi, Rúni Seloy | ||||||
20.15 | 1.500 m kvinnur innleiðandi, Rebekka Fuglø | ||||||
– | |||||||
Mánadagin 29. juni | |||||||
11.30 | 800 m menn semifinala, Rúni Seloy | ||||||
– | |||||||
20.10 | Kúluvarp menn finala, Hallur Simonsen | ||||||
– | |||||||
Týsdag 30. juni | |||||||
10.30 ella 12.30 | Longdarlop menn innleiðandi, Tórur Mortensen | ||||||
– | |||||||
18.00 | Klingra menn finala, Hallur Simonsen | ||||||
19.20 | Heiðursmerkjahandan kúluvarp | ||||||
19.40 | 3.000 m. Forðarenning kvinnur finala, Bjørk Herup Olsen | ||||||
20.20 | Heiðursmerkjahandan 3.000 m forðarenning og klingrukast | ||||||
20.25 | 800 m menn finala, Rúni Seloy | ||||||
20.30 | 1.500 m kvinnur finala, Rebekka Fuglø | ||||||
– | |||||||
Mikudag 1. juli | |||||||
10.50 | 800 m innleiðandi kvinnur, Rebekka Fuglø | ||||||
11.10 | 1.500 m innleiðandi menn, Rúni Seloy | ||||||
– | |||||||
17.30 | Heiðursmerkjahandan 1.500 m kvinnur og 800 m menn | ||||||
18.00 | Longdarlop menn finala, Tórur Mortensen | ||||||
19.30 | Heiðursmerkjahandan longdarlop | ||||||
19.50 | Spjótkast menn finala, Hanus Bergsson | ||||||
19.50 | 10.000 m kvinnur finala, Marna Egholm | ||||||
– | |||||||
Hósdagur 2. juli | |||||||
17.45 | Heiðursmerkjahandan 10.000 m kvinnur | ||||||
– | |||||||
Fríggjadag 3. juli | |||||||
10.30 | Trístøkk menn finala, Tórur Mortensen | ||||||
10.30 | 800 m kvinnur finala, Rebekka Fuglø | ||||||
10.45 | 1.500 m menn finala, Rúni Seloy | ||||||
11.45 | Heiðursmerkjahandan 800 m kvinnur, 1.500 m menn og trístøkk menn | ||||||
12.40 | 5.000 m kvinnur finala, Marna Egholm | ||||||
13.45 | Heiðursmerkjahandan 5.000 m kvinnur |