Home Altjóða luttøka Heri hitaði upp og Rúni víðari í semifinaluna

Heri hitaði upp og Rúni víðari í semifinaluna

by Hallur Holm

Øll eygu hava verið vend móti Bjørk og Øssuri í dag. Men eisini Heri Ziska og Rúni Seloy dystaðust í gjárkvøldið. Heri kappaðist í sleggjuvarpi, sum er hansara grein nr. 2. Støðið í sleggjuvarpið á oyggjaleikum er eksploderað seinnu árini, og dagarnir tá heiðurmerki kundu vinnast við 44-48 metrum eru langt síðani taldir. Tað var heldur ikki við teimum stóru vónunum, at Heri fór í ringin. Eitt pláss í finalu-umfarinum millum teir bestu 8 menninar var tó eitt av málunum, umframt at kasta eitt sindur longur enn til seinastu oyggjaleikir. Harafturat var hetta eitt kærkomið høvi at koma í kappingarstemning og merkja kastibúrið og ringin áðrenn kappingina í klingrukasti, sum verður týskvøldið kl. 18.15.

Og tað gekk rímiliga væl. Hóast Heri ikki sjálvur er so væl nøgdur, má finaluplássið og besta kastið á 43.05 sigast at vera góðkent. Hetta var eisini 3 metur longur enn á Álandi í 209. Hetta rakk til eitt góðkent 6. pláss, men fyri Hera hevur hendan kappingin líka so nógv verið ein upphitingarkapping til týskvøldið, tá hann fer at dystast um heiðursmerki í klingrukasti.

Seinasti maður hjá okkum í kapping í gjárkvøldið var Rúni Seloy, sum skuldi renna innleiðandi umfar á 800 metrum. 22 mans høvdu boðað frá luttøku, og skipað varð soleiðis fyri, at rennast skuldi í trimum riðlum, har fýra teir fremstu vunnu seg víðari í hálvfinaluna. Afturat hesum 12, skuldu so 4 teir skjótastu sleppa við í hálvfinalunar, sum skulu rennast í dag (mánadag) kl. 12.30. Við øðrum orðum vóru tað bert 6 menn, ið skuldu sáldast frá.

Rúni rann í øðrum riðili. Har var ein Álendingur, sum tók sjógv á bak beinanvegin. Rúni lá á øðrum, og onkuntíð triðja plássi og hevði fult tamarhald á støðuni. Tá teir komu á 600 m fingu teir Álendingin aftur, og tað gjørdist trongligt í oddinum. Eitt sindur av troðkan og skumpan var í seinasta boganum, og knappliga var Rúni á 4. sæti. Hann hevði tó framvegis fult tamarhald á støðuni, og rann seg trygt í hálvfinaluna. Hetta vísti seg at vera nógv tann skjótasti riðilin, tí hóast Rúni bleiv nr. 4, bleiv hann eisini nr. 4 av øllum teimum 22 rennarunum.

Í hálvfinaluni verða tað fýra teir fremstu sum koma í finaluna. Tað verða sostatt átta, sum verða sáldaðir frá í morgin, men vit vænta og vóna, at Rúni verður ein av teimum, sum fer víðari í finaluna, sum verður týskvøldið.

Í kvøld (mánakvøld) skulu tveir av okkara íðkarum dystast. Kl. 19.00 rennur  Rebekka Fuglø finalu á 1.500 metrum, og 50 minuttir seinni verður tað ungi Marnar Djurhuus, sum verður við í finaluni á 5.000 metrum.


Niels Jákup hevði nógv at fortelja pressuni í dag og…..


…tað hevði formaðurin eisini

 

 

0 comment
0

Related Articles