Home Altjóða luttøka Heri Ziska 47 sentimetrar frá silvurheiðursmerkinum, men endaði nr. 5

Heri Ziska 47 sentimetrar frá silvurheiðursmerkinum, men endaði nr. 5

by Hallur Holm

Í dag høvdu vit bert ein ein íðkara í kapping. Men tað var eitt av okkara sterku kortum, sum vit spældu út í kvøld. 11. oyggjaleikir og 13 heiðursmerki harav tvey gull, var tað, sum klinkrukastarin Heri Ziska hevði á sínum scoreboard áðrenn hann trein á kastivøllin í kvøld. Vónirnar um heiðursmerki vóru heilt góðar. Tí hóast kappingin um gullið tyktist avgjørd frammanundan, sum eisini vísti seg at vera veruleikin, so vóru feskastu úrslitini hjá trimum teimum næstu sera jøvn. Og ein av hesum var Heri.


Heri fær í hesum triðja kastinum klingruna út á 43,29 metrar, sum rakk til eitt fimtapláss, bert 47 cm frá silvurinum!

Føroyska metið hjá Hera er frá 1994, tá hann kastaði 48,50 metrar. Seinnu árini hevur Heri kastað millum 40 og 43 metrar, men formurin er batnaður seinasta hálva árið, so eitt kast omanfyri 44 metrar var als ikki ómøguligt. Í fyrstu royndini fleyg klingran út á 40,94. Umframt óyvirvinniliga Zane Duquemin, sum lá væl omanfyri 50 metrar, kastaðu eisini tveir aðrir 43 metrar í fyrsta umfarinum. Onnur royndin fór út á 40.36, so har var eingin bati. Í triðju royndini gekk betri. Hesuferð lendi klingran úti á 43,29 metrum, men hetta var akkurát ikki nóg mikið at vinna longur fram. Í staðin kastaði Erik Larsen seg beint aftaná upp á annað plássið við 43,76 metrum, so Heri nú lá nr. 5.

Eftir triðja umfar fóru átta teir fremstu í finaluna, har teir fingu tríggjar royndir afturat. Og í fjórða kastinum hjá Hera sá endiliga út til at bragda. Ólukkutíð hevði høgri fótur akkurát verið omaná kastiringinum, og kastið tíð kolldømt og tí ikki mátað. Men hetta var tað besta kastið, og sá eisini út til at liggja um teir 44 metrarnar. Sera harmiligt, tí hetta kundi sent Hera upp á 2. plássið.


Heri skuldi í seinastu royndini koma útum 43,59 metrar, um skuldu vónir verða um heiðursmerki

Bæði 5. og 6. kast miseydnaðust, og vóru bara 37-38 metrar. Sostatt endaði Heri á 5. plássi, bara 47 cm aftanfyri silvurvinnaran. So tað er synd at siga, at eydnan var við Hera í kvøld.  Endaliga úrslitið gjørdist hetta:

1st Zane Duquemin Jersey 56.43 Gold Gold
2nd Erik Larsson Gotland 43.76 Silver Silver
3rd Genro Paas Saaremaa 43.59 Bronze Bronze
4th Garry Newton Isle of Wight 43.36
5th Heri Ziska Faroe Islands 43.29
6th Karl-Johan Sommarström Åland 39.36
7th Lee Corlett Isle of Man 38.98
8th Mattias Sunneborn Gotland 37.26
9th Richard Bell Isle of Man 25.83
0 comment
0

Related Articles