Home Altjóða luttøka Heri Ziska bronsu til EM

Heri Ziska bronsu til EM

by Hallur Holm

Í hesum døgum er Evropameistarakapping fyri veteranar í San Sebastian í Spania. Tveir føroyingar eru farnir ta longu leið at kappast við sínar javnaldrar. Aldursbólkarnir eru nógvir – í fimm-ára intervallum frá +35 og líka upp til +90 ár.

Evald við Garð, sum umboðaði Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey í 2003, er í bólkinum +40 ár, og har fer hann at kappast á 800 metra teininum. Heri Ziska er í bólkinum +45 ár, og verða hansara kappingar í vektkasti, hamarakasti og klingrukasti.

Fyrsta kappingin hjá Hera var longu í gjár, og sera væl gekst hjá honum við hamaranum. Við seks góðum køstum, harav fimm vóru omanfyri 40 metrar, endaði Heri á triðja plássi og fekk bronsu. Í fjórða umfari kastaði hann sítt longsta kast, sum var 43,21 metrar. Við tí kastinum legði hann seg á silvurplássið, men hetta var tikið aftur av einum niðurlendingi umfarið eftir. Eisini í seinasta umfarinum kastaði Heri 43,21 metrar, og roknast má við, at hann er sera væl nøgdur við úrslitið. Á oyggjaleikunum fyri skjótt tveimum árum síðani var hansara besta kast 43,05 m og á oyggjaleikun fyri fýra árum síðani var úrslitið 40,41 metrar. Føroyska meti er 48,92 metrar, og tað setti Heri í 1999.


Heri kastar hamaran á oyggjaleikunum í 2011.

Her ein ein slóð til eitt youtube-klipp av bronsumerkinum: http://www.youtube.com/watch?v=BO44MyCmXFs&list=UURmPxMmN6aJz_LZRJ0ZRfLg&index=1

Næsta kappingin hjá Hera verður fríggjamorgunin, tá klingrukast er á skránni, og sunnudagin verður seinasta kappingin, sum er vektkast. Evald við Garð rennur 800 metrar seinnapartin í morgin.

FÍF ynskir Hera tillukku við bronsumerkinum og góða eydnu til teir báðar í kappingunum víðari.

Fylgjast kann við úrslitunum á hesi slóðini: http://www.rfea.es/competi/result2013/pistacubierta/San_Sebastian/index.html

 

0 comment
0

Related Articles