Home Altjóða luttøka Heri Ziska góð úrslit í altjóða veterankapping

Heri Ziska góð úrslit í altjóða veterankapping

by Hallur Holm

Seinnu tíðina hevur eldra ættarliðið innan frælsa ítróttin veruliga gjørt vart við seg. Sam Vang og Rigmor N. Arge vunnu Top Run, Rigmor og Hallur Holm vunnu Tórshavn Maraton, Guttorm Sørensen og Borgarhjørt Holm gjørdust danskir veteranmeistarar, har eisini Borgar Biskopstø og Evaldi við Garð vunnu heiðursmerki, og nú hevur so Heri Ziska vunnið heiðursmerki í altjóða kapping í Italia.

Kappingin nevnist European Masters Games, og hevur verið í Lignano í Italia. Man  kann kanska siga, at hetta var ein Evropisk olympiada fyri veteranar. Kappingin fór fram undir olympiska flagginum, og tí varð Heri noyddur at umboða Danmark. Kappast hevur verið í umleið 20 ymiskum ítróttargreinum, og sum altíð til stórar ítróttarstevnur, er frælsi ítrótturin millum størstu ítróttargreinarnar.


Heri Ziska, her avmyndaður til FM ’11, fekk frálík úrslit í Lignano, Italia.

Sum vanligt dystaðist Heri í sleggjuvarpi og kringlukasti. Mikukvøldið var kringlukast á skránni, og her vann Heri silvur, bert ein sentimetur frá gullinum. Longsta kastið var 41,39 metrar. Í gjárkvøldið var tað so sleggjan, sum skuldi varpast. Hóast  eitt fitt petti var upp til vinnaran, eydnaðist aftur Hera at vinna silvurmerkið ein lítlan metur framman fyri nr. 3.

FÍF ynskir Hera hjartaliga tillukku við úrslitunum!

Á heimasíðuni hjá Hvirluni er meira at lesa um kappingarnar hjá Hera Ziska. Slóðirnar eru her:

http://www.hvirlan.fo/?p=4468

http://www.hvirlan.fo/?p=4476

0 comment
0

Related Articles