Home Altjóða luttøka Heri Ziska nummar sjey

Fyrsti kapping við føroyskari luttøku var í kvøld, tá Heri Ziska luttók í hamarkasti. Heri sum áður hevur vunnið fleiri heiðursmerkir í hesi grein, hevur í ár kastað góðar 44 metrar undir venjing.

Fyrsti maður at kasta var Heri, og bleiv fyrsta kastið 39,00 m. Annað og triðja kasti blivu 40,21 m og 39,97 m og rakk tað til eitt finalupláss, sum nummar átta. Heri fekk onga markering í tveimum teimum fyrstu køstunum í finaluni og lá framvegis á áttanda plássi áðrenn seinasta umfar. Í seinasta umfari megnaði hann at fáa hamaran út á 40,41 m og var tað 15 sentimetrar longri enn maðurin, sum lá á sjeynda plássi. Hesin kastaði undir 40 m í seinasta umfarinum og tí bleiv tað til eitt sjeyndapláss til Hera við 40,41 metrum.

Hamar heri 
Heri Ziska bleiv nummar sjey í hamarkasti

Vinnari bleiv sum væntað Andy Frost frá Isle of Wight við 68,75 metrum. Andy Frost, sum umboðar Ongland í altjóða kappingum, vann við 9,97 metrum aftur til Michael Latterlough frá Cayman Islands og nummar trý bleiv Genro Paas frá Saaremaa við 53,77 metrum.

hamar frost
Vinnarin Andy Frost frá Isle of Wight

Í mun til undanfarnar leikir so er støðið hækkað munandi í hamarkasti seinastu leikirnar.

hamar 1hamar 2hamar 3hamar 4hamar 5

0 comment
0

Related Articles