Home Altjóða luttøka Hvirlan á ferð í Reykjavík

Hvirlan á ferð í Reykjavík

by Hallur Holm

Eins og seinasta ár fer Hvirlan til Reykjavíkar at luttaka í Stórmót IR. Ferðalagið, sum telir 17 íðkarar og 3 leiðarar fer at húsast í hølunum hjá ÍR í Reykjavík. ÍR er ikki bara fyriskipari av kappingini, men eisini vinarfelag hjá Hvirluni.


Hvirlur í Kommunuskúlagarðinum áðrenn skrúðgonguna á Ólavssøku 2010. (mynd: Hvirlan)

FÍF hevur seinastu fýra árini verið við til Stórmót IR við talentliðnum, men í ár verður farið til Malmø.  Íðkararnir hjá Hvirluni luttaka í spurti, miðteinum, kasti, lopi og forðarenning. Á heimasíðuni hjá Hvirluni fara myndir á frágreiðingar at verða lagdar út, so skjótt kappingardagarnir eru lidnir.

Fylgið við á www. hvirlan.fo

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur 19.01.11 - 22:59

Mundi gloymt at ynskja tykkum øllum góða eydnu. Tað verður hervið gjørt!

Comments are closed.