Home Altjóða luttøka Hvirlan á venjingarlegu í Svøríki

Hvirlan á venjingarlegu í Svøríki

by Hallur Holm

Hetta vikuskiftið fer Hvirlan á venjingarlegu í Våxjø í Svøríki. 13 ung og tveir leiðarar vera við í ferðalagnum, sum fer avstað fríggjadagin, og verður heima aftur mánadagin. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Hvirlan vitjar í Våxjø. Og aftur í ár fara hvirlurnar at venja saman við javngomlum íðkarum úr lokala felagnum IFK Våxjø.


Spjótkastararnir úr talentbólkinum hjá FÍF, Helgi Geyti vinstrumegin og Hanus Bergsson eru við í Våxjø.

Venjingarnar fara allar fram í kempistórari innandurahøll við 400 metra rundbreyt. Her ber til at venja allar greinar av frælsa ítróttinum. Talentbólkurin hjá FÍF hevur tríggjar spjótkastarar við á ferðini. Teir eru Marita K. Petersen, Hanus Bergsson og Helgi Geyti. Hesi eru saman við leiðaranum Hera Ziska umboðað av FÍF, av tí at tey hava klárað A-kravið til talentbólkin.  


Marita K. Petersen í Gøteborg.

Meira kann lesast um venjingarleguna á www.hvirlan.fo

…. og man ikki okkurt vera at lesa har aftaná eisini 😉

0 comment
0

Related Articles