Home Altjóða luttøka Hvirludreingir til DM fyri ung

Hvirludreingir til DM fyri ung

by Hallur Holm

Tað eru ikki so fá DM-heiti, sum føroyingar seinastu árini hava vunnið í frælsum ítrótti. Rúni Seloy, Marnar Djurhuus, Rebekka Fuglø og Bjørk Herup Olsen hava øll verið danmarksmeistarar umframt at hava vunnið fleiri silvur og bronsumerki eisini.

Aftur í ár verða føroyingar væl umboðaðir til DM fyri ung, sum hesuferð verður hildið í Hvidovre. Á fyrsta sinni fer Hvirlan at luttaka, og verða heilir sjey Hvirludreingir við í kappingini. Yvirlitið her er stolið av heimasíðuni hjá Hvirluni, og sær soleiðis út:

  • Tórur Mortensen ’98: longdarlop, trýstøkk og 100 m
  • Tummas Napoleon Arge ’95: 100 m og 200 m
  • Hallur Simonsen ’95: diskuskast og kúlustoyt
  • Hanus Bergsson ’95: spjótkast og kúlustoyt
  • Trygvi Laksáfoss ’94: longdarlop, hæddarlop, trýstøkk og 100 m
  • Helgi Geyti ’93: diskuskast og spjótkast
  • Øssur Debes Eiriksfoss ’90: hæddarlop, trýstøkk og longdarlop

Tá føroyingar luttaka í DM, skal hetta gerast fyri eitt danskt felag. Heri Ziska hevur gjørt avtalu við Århus 1900 um at Hvirlan kann umboða teirra felag. Hallur og Hanus hava tó umboðað Vejle IF, meðan teir vóru á eftirskúla har, og teir halda so fram við at umboða Vejle. Øssur Debes Eiriksfoss er fluttur til Keypmannahavnar at lesa, og har hevur hann innlimað seg í Sparta. Hinir fýra – Tórur, Tummas Napoleon, Trygvi Laksafoss og Helgi Geyti umboða so Århus 1900.


Tríggjar av hesum Hvirlunum fara at kappast til DM fyri ung um vikuskiftið. Trygvi Laksafoss og Tummas Napoleon Arge posera frammanfyri, og Hanus Bergsson aftanfyri vinsturmegin. Stuttligt hevði eisini verið at sæð, hvat Rúni Jacobsen, høgrumegin, hevði megnað í Hvidovre.

Tað er serliga Øssur Debes Eiriksfoss, sum hevur møguleika at vinna sær heiðursmerki, og kanska enntá okkurt gullmerki. Hann hevur í øllum trimum kappingunum hann luttekur í, bestu tilmeldingarúrslitini. Men onkur av hinum kann á einum góðum degi eisini gera ein vørr og vinna sær okkurt gylt. Í øllum førum er hetta ein sera góð kapping fyri teir, og eisini stimbrandi fyri teirra víðari menning.

Men tað verða ikki bara Hvirludreingir við í Hvidovre. Einki DM-U uttan Rebekku Fuglø úr Treysti, sum umboðar Vejle IF. Aftur í ár verður hon við, og hesuferð er hon tilmeldað á bæði 800, 1500 og 5.000 metrum. Eisini Rói Holgarsson er fluttur til Danmarkar og hevur limað seg inn í Sparta. Rói, sum hevur verið skjótasti føroyingur seinastu trý árini, fer at luttaka á 100 og 200 metrum. Spennandi verður at síggja, hvussu nær hann kemur oyggjaleikakrøvunum á hesum báðum teinunum.

FÍF ynskir øllum góða eydnu við kappingunum.

Startlistar eru her: http://www.hvidovre-atletik.dk/Loeb%20og%20staevner/Staevner/Staevner%202012/~/media/hvidovre-atletik/Staevner/Staevner%202012/DMU%202012/program.ashx

 

0 comment
0

Related Articles