Home Altjóða luttøka Jan Elmar undir oyl-kravtíð í Cardiff

Jan Elmar undir oyl-kravtíð í Cardiff

by Hallur Holm

Á oyggjaleikunum á Rhodos í 2007 rann Guttorm Sørensen sína seinastu oyl-kapping. Síðani tá hevur bert Marnar Djurhuus umboðað føroyska langteinarenning hjá monnum á oyggjaleikum. Hetta gjørdi hann í 2011 og 2013, meðan als eingin umboðan var í 2009 og 2015. Úrtøkan var ein bronasa á 5.000 m í 2011 og so var bronsa á bæði 5- og 10.000 m í 2013. Annars skulu vit aftur til 2003 fyri at finna eitt langteinaheiðursmerki vunnið av føroyskum manni. Tað var tá Bogi Lenvig rann 15.06 á oyggjaleikunum á Guernsey og vann bronsu.

Nú sær tó út til, at vit aftur fáa eitt føroyskt kallkyn at umboða føroyska langteinarenning á komandi oyggjaleikum. Tí til HM í ½ maraton í Cardiff í gjár, eydnaðist Jan Elmari Sørensen at renna góðan minutt undir kravtíðina. Tíðin hjá honum støðgaði á 1.13.55, og er hann sostatt sætti skjótasti føroyingur yvirhøvur á teininum.

Cardiff4

 

Hetta er sera gleðiligt fyri føroyska renning. Vit sleppa ikki undan, at langteinarenning dagliga er andlitið úteftir hjá frælsa ítróttinum, og tí er so umráðandi, at okkara allarbestu hava eina styrki, har tey kunnu kappast við tey bestu á oyggjaleikunum.

Cardiff3
Okkara sterkastu langteinarennar í løtuni, drignir av Lars Budolfsen. Saman við Andriasi Hansen, er lítið at ivast í, at Jan Elmar Sørensen, Eirikur Hansen og Julian Gregersen í løtuni eru okkara bestu langteinarar

 

Undir fráveruni av monnum hesi árini, hava vit tíbetur havt nakrar megnarkvinnur at umboða langteinarenningina, og hesar hava eisini vunnið okkum mangt eitt heiðursmerki. Súsanna Skylv Sørensen vann silvur á 10.000 m í 2009, í 2011 vann Bjørk Herup Olsen bronsu í hálvum maraton, silvur á 10.000 m og silvur á 5.000 m. Í 2013 vann Valborg Heinesen gull á bæði 5.000 og 10.000 m og í 2015 vann Marna Egholm bronsu í hálvum maraton, silvur á 10.000 m og bronsu á 5.000 m. Bjørk Herup Olsen bleiv nr. 2 í 3.000 m forðarenning, og tær báðar vunnu saman bronsu í liðkappingini í hálvum maraton.

Cardiff2
Seinnu árini hava vit átt merkiliga nógvar sterkar kvinnurennarar. Marna og Bjørk hava vunnið okkum heiður og æru. Her fáa tær bronsukrónurnar fyri liðkappingina í hálvum maraton í summar.

Dreymurin er sjálvandi at vit kunnu fáa eins sterkar menn, og við úrslitinum hjá Jan Elmari er so fyrsta fetið tikið. Gott er at síggja ungar kreftir ganga á odda, og vónin er at nýtt ungt blóð legst afturat, tí tað er alneyðugt, skulu menninir standa okkara sterku kvinnum kurl.

Tað gongur væl hjá okkara bestu íðkarum. Enn er eitt ár eftir at klára krøv til oyggjaleikir, men longu nú eru sjey av okkara dugnaligu íðkarum, sum hava klárað eitt oyl-krav. Og tá eru fleiri, sum vanliga hava lætt við at klára krøvini, ikki verið í kapping enn.

….

Cardiff1
Ferðaliðið hjá Treysti í Cardiff taldi 24 fólk, harav tey 12 runnu ½ maraton (mynd: Heidi Gregersen)

Treysti fylti 18 ár í vikuni, og á føðingardegnum var stórt tal av limum felagsins í Cardiff, har HM í hálvmaraton var í gjár. Eins og í Keypmannahavn í 2014, tá 200 føroyingar hildu aftaná HM-rennarunum, var aftur í ár møguligt at renna kapp móti heimselituni. Lars Budolfsen, sum vitjaði Treysti seinasta vikuskifti og rann við í FM 10 km, gjørdist besti danin. Við tíðini 1.06.28 gjørdist hann nummar 49. Besti norðurlendingur var norðmaðurin Asbjørn Ellefsen Persen. Hann gjørdist nummar 31 við 1.04.32. Íslendingurin Kári Steinn Karlsson rann eisini væl, og gjørdist nummar 57 við 1.06.49. Tað vóru sjálvsagt afrikanarar sum stjólu myndina og tóku sær av øllum teimum ovastu sessunum. Tó eydnaðist bretanum Mo Farah við 59.59 at tryggja sær triðjaplássið.

Treystaúrslitini vóru hesi:

Jan Elmar Sørensen 1 t 13.55
Julian Gregersen 1 t 18.09
Heini Gregersen 1 t 27.04
Kaj Dam 1 t 28.43
Borgar Biskpstø 1 t 33.51
Einar Gregersen 1 t 37.57
Andreas Josephesen 1 t 51.23
Ingun Søresen 1 t 53.51
Guttorm Sørensen 1 t 55.35
Jorie Josephsen 1 t 57.18
Karin Kirke Petersen 1 t 59.55
Susan Jacobsen 2 t 16.36

 

 

0 comment
0

Related Articles