Home Altjóða luttøka Jatnatøk: Kapping við altjóða luttøku á Tórsbreyt

Jatnatøk: Kapping við altjóða luttøku á Tórsbreyt

by Hallur Holm

Leygardagin 17. juli kl. 14.00 byrjar forvitnislig kapping á Tórsbreyt. Tað er Hvirlan, sum fyriskipar kapping tey nevna Jatnatøk. Við í kappingini verða gestir úr grannalondum okkara. Fleiri av hesum gestunum hava rættiliga høgt ítróttarligt støði, ja nøkur ájavnt við oyggjaleikametini.

Kappast verður í hesum greinum:

Kvinnur: 100 m, 800 m, 5.000 m, hæddarlop, trístøkk og hamarakast

Menn: 100 m, 800 m, 5.000 m, hæddarlop, spjótkast.

Hetta verða alt opnar kappingar, og einasta treyt fyri at luttaka, er at tú ert fødd/ur í 1996 ella fyrr. Tað er ókeypis at vera við. Tilmeldað verður við at senda teldupost til hvirlan@hvirlan.fo, og skal hetta verða gjørt í seinasta lagi mikudagin 14. juli á midnátt.

Heiðursmerki verða til nr. 1, 2, og trý í øllum kappingum umframt at íðkarin, ið eigur úrslitið, ið gevur flest stig á IAAF talvuni fær okkurt framíhjá.

Meira um tiltakið kann lesast á www. hvirlan.fo

0 comment
0

Related Articles