Leygardagin 23. juli skipar Hvirlan fyri kapping á Tórsbreyt, sum tey nevna Jatnatøk. Hetta er ein kapping, har Hvirlan roynir at fáa útlendingar til Føroya at kappast við okkara egnu bestu íðkarar. Í 2010 vóru luttakarar úr Svøríki, Danmark og Íslandi. Bæði sviar og íslendingar vera við aftur í ár.
Kappingin er fyri vaksin, men harumframt vera eisini tveir ungdómsbólkar, 12-13 ár og 16-17 ár fyri bæði gentur og dreingir. Sterkasta kappingin sær út til at verða í hæddarlopi hjá monnum. Her hava tríggir, sum í ár hava lopið yvir 190 cm, boðað frá luttøku. Millum teirra er okkara egni Øssur Debes Eiriksfoss, sum jú vann bronsumerkið á oyggjaleikunum, tá hann leyp 195 cm.
Annars eru greinarnar hesar:
- G12-13: 80 m, longdarlop, hæddarlop og klingrukast
- D12-13: 80 m, longdarlop, klingrukast og spjótkast
- G16-17: 100 m, 800 m, longdarlop, hæddarlop, spjótkast og klingrukast
- D16-17: 100 m, 400 m, 800 m, longdarlop, hæddarlop, spjótkast og kúlustoyt
- Kvinnur: 100 m, 400 m, 800 m, 5.000 m, longdarlop, hæddarlop og spjótkast
- Menn: 100 m, 400 m, 800 m, 5.000 m, longdarlop, hæddarlop og spjótkast
Kappingin fyri tey 12-13 ára gomlu er frá kl. 10.00 til umleið 12.00, og kappingin fyri tey eldru verður frá kl. 14.00 til umleið 17.00.
Meldast kann til við at senda teldupost til hvirlan@hvirlan.fo. Við tilmelding skal upplýsast: Navn, føðiár, felag, grein(ar), persónlig met og ársbesta úrslit í hvørjari grein.
Lesið meira um tiltakið á www. hvirlan.fo
Frá Jatnatøkum 2010. Aftur í ár verður hæddarlop eitt av “hæddarpunktunum” á Jatnatøkum.
Tað var altjóðadámur á Tórsbreyt í 2010, tá Hvirlan fyriskipaði Jatnatøk