Home Altjóða luttøka Jens lynaði í Keypmannahavn

Jens lynaði í Keypmannahavn

by Hallur Holm

Aftur í ár vóru nógvir føroyingar við til Copenhagen Marathon, sum varð runnið í gjár. Tó ikki so nógvir sum tað plaga at vera, og kemst tað ivaleyst av HM í hálvum maraton, tá yvir 180 føroyingar runnu í Keypmannahavn seinast í mars. Ein sum ikki var við ta ferðina var Frælsi-rennarin Jens R. Weihe, sum annars hevði víst stórform allan veturin. Eitt brotið/brákað rivjabein hevur seinastu vikurnar hildið honum burtur frá kappingum, men onkursvegna má hann hava hildið venjingina koyrandi.

Tí í gjár gjørdi hann bart, tá hann í stórum stíli vann sín aldursbólk í Copenhagen Marathon – yvir 24 minuttir framman fyri næsta mann á mál. Tá vit hyggja eftir millumtíðunum hjá Jensi, sæst at hann hevur mist nakrar minuttir móti endanum. So kanska  hevur brákaða rivjabeinið kortini órógvað fyrireikingarnar. Hetta er triðja árið á rað, at Jens rennur Copenhagen Marathon, og eisini triðja árið, at hann rann í aldursbólkinum 65-69 ár. Í 2012 vann hann, í fjør gjørdist hann nr. 2 og í ár gjørdist tað so til ein stórsigur. Tíðin í ár er tann besta hjá Jensi nakrantíð. Og sum tað sær út, hevur hann als ikki toppað enn. Úrslitið frá Nýggjárshálvmaraton boðar frá, at Jens saktans kann fara at nærkast 3.10 tímar. Men so skal hann ikki bróta fleiri rivjabein.


1.29 í regni og mótvindi til nýggjárshálvmaraton 5. januar. Jens blívur bara betri og betri, og nú hevur hann vunnið Copenhagen Marathon á øðrum sinni. 

Av teimum 10.135 rennarunum, sum byrjaðu, endaði 67 ára gamli Jens sum nummar 752! Undir øllum umstøðum var hetta eitt einastandandi flott úrslit, og FÍF ynskir Jensi hjartaliga tillukku við heiðrinum. Tað hevði verið stuttligt at sæð Jens tikið móti enn størri avbjóðingum.

Tað vóru 69 luttakarar við í hesum aldursbólkinum, og tíggju teir fremstu síggjast niðanfyri:

Rank Race No Name Nation Club Category Time Behind Speed
1 7035 Jens.r.weihe  FRO Frælsi M65-69 3:17:36 4:41 min/km
2 1689 Markku Lintunen  FIN Nurmijärvi Finland M65-69 3:41:48 + 24:13 5:16 min/km
3 2319 Henry Jønch  DEN TIK-Løberne M65-69 3:44:24 + 26:49 5:20 min/km
4 6605 Hannaoui, Abdelfattah  MAR Club Maroc Marathon M65-69 3:46:05 + 28:29 5:22 min/km
5 8542 Claude Marian  DEN M65-69 3:46:35 + 28:59 5:23 min/km
6 1124 Wim Van Amerongen  NED M65-69 3:52:43 + 35:07 5:31 min/km
7 2918 Jørgen Jensen  DEN Forca IF M65-69 3:56:01 + 38:26 5:36 min/km
8 4020 Pekka Suhonen  FIN M65-69 3:56:56 + 39:21 5:37 min/km
9 10905 Holger Hansen  DEN aaig M65-69 3:58:18 + 40:43 5:39 min/km
10 2353 Kurt Stoltenberg Børsfelt  DEN M65-69 3:58:39 + 41:03 5:40 min/km

 

 

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur 19.05.14 - 21:42

Kann leggja afturat, at bert ein í alursbólkinum 60-64 ár rann skjótari enn Jens!

Comments are closed.