Home Altjóða luttøka Julian Gregersen danmarksmeistari á 800 m

Julian Gregersen danmarksmeistari á 800 m

by Hallur Holm

Teir átta føroyingarnir, sum kappaðust um danmarkarmeistaraheitini fyri ungdómar um vikuskiftið stóðu seg sera væl móti donsku javnaldrunum. Í flestu kappingunum vóru føroysku luttakararnir heilt væl við í heiðursmerkjastríðnum, og í tveimum umførum eydnaðist at fáa metallið við heim úr Billund. Flestu okkara vóru í kapping bæði leygar- og sunnudagin.

Besta úrslitið fekk Julian Gregersen sum í sera spennandi endaspurti endaði sum danmarkarmeistari á 800 m fyri dreingir 18-19 ár. Tað sá annars út til at blíva lokala hetjan úr Skive, sum fór at vinna. Hann var klárt fremstur, tá stutt var eftir á málið. Hallarspeakarin fekk alla høllina at klappa og heppa lokala gullvinnaran, sum tó knappliga kom at gjalda prísin fyri ov harða byrjan. Og Julian tók at nærkast. Heilt skjótt. Hann herjaði á, og beint áðrenn málstrikuna, fór hann fram við skibonittinum og gjørdist danmarkarmeistari á fyrsta sinni. Tíðin var 1.59,48 min – umleið eitt sekund frá hansara bestu tíð.

Hjartaliga tillukku, Julian!

julian gull
Julian (171) fór framvið bert fáar metrar áðrenn málstrikuna

Dagin eftir var 1.500 m á skránni. Sambært styrkilistanum var skilabest at Julian fór eftir bronsumerkinum. Ferðin hjá Julian í hesi kapping var eitt sindur lægri, enn í Íslandi fyri tveimum vikum síðani. Tíverri vísti hesin eini seg at vera sera kvikur í spurtinum, og Julian mátti taka til takkar við fjórðapláss, hálvt sekund frá bronsuni, og fýra sekund frá føroyska metinum, sum hann setti í Íslandi. Tíðin gjørdist 4.09,84 min.

Hitt heiðursmerki vann krútsterka Óluva Allansdóttir Joensen í kúlustoyti fyri gentur 14-15 ár. Hon kastaði ikki upp til sítt besta í teimum trimum innleiðandi umførunum, men tó væl og virðiliga nóg mikið at koma í finaluna. Her fann hon beinanvegin sítt besta kast fram. 11,80 metrar bleiv tað til og persónligt met og bólkamet. Hetta var bert 21 sentimetrar frá at blíva danmarkarmeistari. Óluva megnaði tó við sínum langa kasti at vinna DM-silvur!

oluva og sara
Óluva (176) og gullvinnarin Sara Kjær Andersen. Tær umboða báðar Vejle IF

Í elsta bólkinum – dreingir 20-22 ár – kappaðist Tummas Napoleon Arge, sum nú umboðar Hvidovre. Tummas Napoeleon kroysti seg akkurát við í finaluna á 60 metrum við at renna 7,31 sekund. 1/100 sekund frá síni bestu tíð. Ein tíma fingu teir at løða upp til finaluna, har eitt avboð var. Í finaluni megnaði Tummas Napoleon at taka 2/100 sek av og harvið seta nýtt persónligt met – 7,29 sekund, sum bert er 6/100 sekund frá føroyska metinum hjá Róa Holgarsson. Tummas Napoleon gjørdist nummar sjey. Ætlanin hjá honum var eisini at renna 200 metrar, men ein lúrandi skaði gjørdi at best var at bíða til eina aðru ferð.

Eitt súrt 4. pláss og eitt súrt 5. pláss bleiv úrtøkan hjá hart kempandi Mariu Biskopstø. Í tveimum sera jøvnum kappingum á 800 og 1.500 metrum, har Maria var væl og virðiliga við í heiðursmerkjastríðnum, stóð hon kortini við ongum eftir lokið stríð. Hon var annars sera sera nær við. Á 800 metrum gjørdist hon nr. fýra við 2.21,64 min – minni enn tvey sekund frá gullvinnaranum. Á 1.500 varð hon nr. fimm við 4.54,93, bara eitt sekund frá bronsuni. Í báðum førum var hon nær við sínar bestu tíðir. Maria leyp eisini hæddarlop og gjørdist nr. átta við 1,38 m

Oddvør Josepsen luttók í trimum kappingum. Leygardagin var fyrst 400 metur á skránni. Her rann hon tvey sekund seinni enn føroyska metið hon setti til Stórmót. Og so endaði hon afturi á áttanda plássinum við 62,79 sek. Betur gekk á 800 metrum, har hon gjørdist nummar seks. Hóast hon ikki rann upp til sítt allarbesta, rann hon nógv skjótari enn í Reykjavík – 2.21,93 min. Sunnudagin var tað 1.500 metrar, sum hon tó ikki hevur satsað so nógv uppá seinastu tíðina. Hon endaði á sjeynda plássi í hesi kappingini við 5.11,67 min.

Birita Ryan nærkast nú í stórum 10 metrum í trístøkki. Hóast ongar umstøður at venja í yvirhøvur, er hon nú triðbesta føroyska kvinna nakrantíð við sínum 9,84 metrum, sum hon leyp í fyrsta umfari av trístøkskappingini. Harafturat leyp hon tvær ferðir 9,83 og tilsamans vóru fimm av hennara seks lopum longri enn hon nakrantíð hevði lopið áður! Í kappingini hjá gentum 14-15 ár, kappaðist hon um plássini frá nr. trý til fimm, og endaði á fimta plássi. Birita luttók eisini á 60 metrum, har hon næstan kláraði at liva upp til flottu tíðina hon fekk í Íslandi. Hesuferð gjørdist hon nummar fýra í sínum riðili og nummar 13 íalt av teimum 24 spurtarunum. Úrslitið var 8,52 sekund.

Einasta umboðið hjá Bragdinum var Andrea Kirstina Møller, sum eisini var við í trístøkskappingini. Andrea megnaði ikki at leypa líka langt sum í Íslandi, og gjørdist tí akkurát ov stutt til finaluna. Hennara longsta lop var 9,22 metrar og rakk til níggjunda plássið.

Hans Sivertsen fekk ikki 800 meturin at rigga í Íslandi, men í Skive fekk gekk væl betur. Eini trý sekund skar hann av uppá tvær vikur, so hann er á veg í form. Á 400 metrum nakrar tímar áðrenn megnaði hann næstan at liva upp til góða 400 meturin í Íslandi. Tíðin á 800 metrum gjørdist 2.16,75 min og á 400 metrum 58,81 sekund.

Aftaná nakrar rokmiklar vikur við innandurakappingum uttanlands, fara venjingarnar nú aftur at snúgva seg um at fyrireika seg til summarið. Oyggjaleikir og VU-Spelen nærkast skjótt, og skjótt eru bara tveir mánaðir til fyrsta umfar av TF Stórkappingini á Tórsbreyt.

 

0 comment
0

Related Articles