Home Altjóða luttøka Kastarar til Svøríki at kappast

Kastarar til Svøríki at kappast

by hziska

Í lítlu bygdini Bottnaryd verður á hvørjum ári skipad fyri einari altjóða kastikapping. Henda bygd, sum einans telur umleið 300 íbúgvar hevur megnad at draga heimsstjørnur til sín. Komandi vikuskiftið verða Føroyar eisini umboðaðar í hesi kapping.

Í sambandi við venjingarleguna sum føroysku kastararnir Randi Kúrberg, Rógvi Højgaard og Heri Ziska vóru á í Vaxjø, fingu tey eina innbjóðing at luttaka í “Bottnarydkastet” sum henda kapping verður nevnd. Hetta er ein kapping á sera høgum stigi, har dupulti heimsmeistarin (2005/2007) hjá kvinnum í diskuskast vann kappingina í fjør. Hon skuldi havt verid við aftur í ár, men hevur meldad avboð.

Tað sum setti gongd á hesa kapping var at ein ungur kastari út Bottnaryd var farin til USA at lesa, og vandi diskus har yviri. Pápin helt at tað hevði verid stuttligt, um sonurin hevði møguleika fyri at kappast í heimbygdini tá hann var heima í Svøríki. Hann spurdi tí sonin hvat kravdist fyri at fáa góðar kastarar at luttaka, og var stutta svarið “nógvur matur!”. Farið var tí undir at skipa eina kapping, og har er so avgjørt meira enn bara nógvur matur, tí at kappingin er vaksin í vavi, samstundis sum støðið er hækkad, og er henda kapping í dag ein sera sterk kapping, har føroysku kastararnir eru styrkismettir til at enda aftast í øllum greinunum.

Føroysku kastararnir fara til Danmark við Atlantic Airways, og síðani vid toki til Bottnaryd, har teir koma at búgva, eins og allir hinir kastararnir, í hyttum meðan kapping er. Sunnukvøldið verður farið aftur til Danmarkar. Mánadag koma kastararnir so aftur til Føroyar við Atlantic.

0 comment
0

Related Articles