Home Altjóða luttøka Kom og renn við til HM í ½ maraton í Keypmannahavn í 2014!!

Kom og renn við til HM í ½ maraton í Keypmannahavn í 2014!!

by Hallur Holm

Leygardagurin 29. mars 2014 verður søguligur dagur. Fyri frælsan ítrótt í Danmark, frælsan ítrótt í Føroyum  og kanska eisini fyri teg. Hendan dagin verður HM í ½ maraton hildið í Keypmannahavnar gøtum, og verður hetta størsta tiltak innan frælsan ítrótt í Danmark nakrantíð.

Á fyrsta sinni sleppur almenningurin at renna við til eitt slíkt tiltak, og Dansk Atletikforbund hevur fingið loyvi at lata 25.000 rennarar halda til beins saman við heimselituni. Frælsur Ítróttur Føroya hevur sett seg í samband við DAF, og fingið tillutað 100 startnummur til útbreiðslu millum rennarar í feløgunum undir FÍF.

Ætlanin er at gera eina pakkaferð í samstarvi við Atlantic Airways. Fráferðin verður fríggjadag, renning leygardag, og heimferð sunnukvøld. Hetta er so nýtt enn, so enn hava vit ikki fingið nakra kostnaðarmeting frá AA. Sjálv renningin kostar 595 kr. Fyri at fáa hendur á einum av teimum 100 startnumrunum, skulu hesar 595 kr. gjaldast á konto hjá FÍF – konto nr. 9865 – 102.597.4 í Norðoya Sparikassa. Tilmeldingin letur upp mánamorgunin 26. november kl. 8.00!!

Vanliga hevur HM í ½ maraton verið hildið á hvørjum ári, men frameftir verður hetta bert annað hvørt ár. Rutan verður skjót og fløt við ongari ferðslu. Startur og mál verður á Christiansborg Slotsplads, og meiningin er at gista so nær við sum gjørligt. Í sjálvari renningini verður tað kvinnu-elitan, sum leggur fyri. Hálvan tíma seinni fara menninir. Motiónsrennararnir byrja samstundis sum menninir!


Rutan verður skjót og fløt! Enn kunnu broytingar væntast.

HETTA ER EIN EINASTANDANDI MØGULEIKI, AT SLEPPA AT RENNA VIÐ TIL EITT HEIMSMEISTARASKAP – so gerið skjótt av og gjaldið fyri startnummarið. Minnist til: Keyp av startnummari frá FÍF er samstundis tilmelding til pakkaferðina við Atlantic Airways.

Meira kunning verður skjótast gjørligt!

DAF hevur gjørt eina serliga heimasíðu til hetta tiltakið. Hon eitur: http://www.copenhagen2014.dk/cms/?cmsid=443&pageid=8996


Rúgvan av rennarum á Slotsplássinum í Keypmannahavn verður helst størri enn til ½ maraton í Eysturoynni í ár 2000.

 

0 comment
0

Related Articles