Home Altjóða luttøka Landslið til VU Spelen fyri 10. ferð

Landslið til VU Spelen fyri 10. ferð

by Hallur Holm

1. – 3. juli verður Vårlds Ungdomsspelen hildið fyri 21. ferð. Henda kapping, sum nú er størsta av sínum slag í, byrjaði við eini 1.800 startum í 1996. VU Spelen, sum vit vanliga nevna kappingina, hevur síðan tá vaksin til at hava 3.300 luttakarar og meira enn 8.000 startir.

Føroyska ungdómslandsliðið var fyrstu ferð við í 2005, og íalt er hetta tíggjunda ferðin, at FÍF er umboðað á hesi stóru stevnu, sum lættliga kundi verið enn størri. Tí tað er útselt í stórt sæð øllum kappingargreinum. Longu áðrenn tilmeldingarfreistin var úti 10. juni, var umleið helvtin av øllum kappingunum stongd fyri fleiri tilmeldingum. Rúm er ikki fyri fleiri íðkarum.

Bára, Hervør, Elin K, Birita
Sterku árgangirnir 2002 og 03 eru væl umboðaðir í ár. Her síggja vit f.v.: Andrea K, Biritu, Báru og Hervør í 2015.

Tað verður kappast á 10 ymiskum økjum. Hæddarlop er í báðum endum á breytini, longdarlop er inni á breytini, og tveir geilar við longdarlopi eru á einum øki uttanfyri breytina. Eisini hamarakast og klingrukast er uttanfyri breytina. Og spurtað verður á báðum langsíðunum samstundis. So tað er ein øgiligur aktivitetur frá tíðliga fríggjamorgun til seint sunnukvøld.

Vit hava 23 íðkarar, har av sjey longu nú hoyra til oyggjaleikahópin næsta ár. Tilsamans hava okkara góðar 60 kappingar. Tey flestu hava eina kapping hvønn dagin. Tey sum hava flestar kappingar hjá okkum hava fýra, meðan onkur bara hevur ta einu.

Farið verður avstað hósdagin 30. juni

  • kl. 09.00 við leigaðum bussi av TÓRSBREYT – norðingarnir við Garðataxa
  • kl. 11.15 lættir flogfarið
  • kl. 14.20 lenda í Kastrup – eta matpakka, tá vit koma út!
  • kl. 15.30 – ella har á leið, við leigaðum bussi til Gøtuborg
  • kl. 19.00 – koma til Gøtuborg, har vit búgva á Hotel Scandic Europa (beint við Nordstan)
  • kl. 19.30 døgverði á hotellinum

So fara vit at kappast fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin. Morgunmat og heitan mat um nátturðatíð eta vit á hotellinum. Vit hava mat til allar íðkararnar í FÍF-leguni á áskoðaraplássunum.

Tíðliga mánamorgunin 4. juli byrjar heimferðin:

  • kl. 07.00 við leigaðum bussi av hotellinum móti Kastrup
  • kl. 12.55 flogfarið við fyrru helvtini av hópinum lættir
  • kl. 14.05 flogfarið við fyrru helvtini lendir í Vágum – FÍF syrgir fyri koyring til Havnar og Klaksvíkar
  • kl. 18.50 flogfarið við seinnu helvtini lættir
  • kl. 20.00 flogfarið við seinnu helvtini lendir í Vágum – FÍF syrgir fyri koyring til Havnar

Hópurin hjá okkum sær soleiðis út:

Rebekka Fuglø, Oddvør Josephsen, Óluva A. Joensen, Birita Ryan, Edna Maria Debes, Alda S. Lamhauge, Julian Gregersen, Tórur Mortensen, Tummas N. Arge, Heri Ziska, venjari, Guttorm Sørensen, venjari, Niels Jákup Jakobsen, leiðari og Rigmor N. Arge, leiðari – hesi ferðast heim í fyrra flogfarinum.

Elisabet Holm Simonsen, Andrea K. Møller, Bára J. Glerfoss, Kristianna S. Joensen, Jana Mittún, Erna K. Hansen, Jan Elmar Sørensen, Miso Buha, Duruta á Lofti, venjari, Jógvan Glerfoss, venjari, Hallur Holm, leiðari og Regin Thomsen, leiðari – hesi ferðast heim við seinna flogfarinum.

Margit W. Fríðmundsdóttir, Maria Biskopstø, Hervør Niclasen, Elin Niclasen, Hans Erland Thomsen og Rúni Jacobsen skipa sjálvi fyri flogferð.

Egingjald fyri allar íðkarar er 1.500 kr. og skal gjaldast á konto 9865 – 102.597.4 í Norðoya Sparikassa.

0 comment
0

Related Articles