Landsliðið í Malmø

Skrivað hevur

Fyrireikingarnar til komandi Oyggjaleikir á Gibraltar í summar eru væl í gongd, og í morgin og sunnudagin fara íðkarar, sum hava klárað elitukrøvini hjá FÍF, at royna seg í innandura kappingini, Pallas Spelen, í Malmø. Spennandi verður at fylgja gongdini hesar báðar dagarnar.

Ferðalagið fór úr Føroyum tíðliga í morgun og kemur aftur eftir loknar kappingar sunnudagin. Íðkararnir sum er við FÍF eru hesir og luttaka tey í hesum greinum:

Alda S. Lamhauge: 60m og 200m
Elisabet H. Simonsen: 60m, 200m og longdarlop
Teresa F. Bláhamar: 200m og hæddarlop
Bára J. Glerfoss: 60m, 200m, longdarlop og trístøkk
Andreas B. Antoft: 60m, 200m og longdarlop
Lýdia Simonsen: Kúlustoyt
Maria Biskopstø: 400m og 800m
Oddvør Josephsen: 200m, 400m og 800m
Rebekka Fuglø: 800m og 1.500m

Tíðarætlanin sást her: Tíðarætlan Pallas Spelen 2019
Startlistar eru her: Startlistar Pallas Spelen 2019
Úrslit koma her: Úrslit Pallas Spelen 2019
Beinleiðis stroyming verður úr Malmø og leinkjan er her: Beinleiðis stroyming Pallas Spelen 2019
Stroymt verður leygardagin ca. 11.45 – 19.00 og sunnudagin ca. 10.30-16.15.

Umframt omanfyri nevndu íðkarar, so luttaka hesir føroyingar eisini:
Margit W. Frímundsdóttir: 200m og longdarlop
Tummas N. Arge: 800m
Julian Gregersen: 1.500m
Miso Buha: Trístøkk

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*