Home Altjóða luttøka Landsliðið og talentliðið í leikum

Landsliðið og talentliðið í leikum

by Hallur Holm

Um vikuskiftið hava okkara landslið og talentlið verið í Gøtuborg, har tey hava verið í leikum í stóru kappingini Vårlds Ungdomsspelen, sum er hin størsta av sínum slagi í norðurlondum. Her hittast bestu íðkarar í Svøríki og hinum norðurlondunum. Hetta er fimtu ferð, at FÍF og talentliðið hava verið til kappingar har. Fyrstu ferðirnar í 2005 og 2006, og so aftur í 2010 og 2011 og nú í 2012. Mong eru tey føroysku metini, og ikki minst bólkametini, sum eru fallin á Nya Ullevi, har kappingarnar fara fram.


F.v. Rógvi, Tórur, Hanus, Tinna, Helgi, Edna Maria, Hallur, Bjørk, Øssur, Marita, Rúni J, Sára, Rúni S, Karin, Teitur og Regin.

17 íðkarar vóru í ferðalagnum saman við 5 leiðarum. Av teimum 17 íðkarunum vóru 14 úr talentbólkinum og trý umboðandi landsliðið. Tey trý eru Rógvi Højgaard, Øssur Debes Eiriksfoss og Bjørk Herup Olsen. Hesi trý hava longu fyrr í ár greitt kravið fyri oyggjaleikaluttøku, og hesi vóru eisini tey, ið fingu okkara bestu úrslit. Meira um tað í seinni grein.

Talentbólkurin sjálvur taldi 14 íðkarar, og hetta er størsta tal nakrantíð. Men umframt hesi sótu eisini nøkur eftir heima við skaða. Marnar Djurhuus og Steingrímur Hallsson hava báðir klárað A-krøv í summar, men sita heima við skaðum. Sama gera Trygvi Laksafoss og Hans Jacobsen, sum hava klárað A-krav men við ov nógvum vindi. Skaðar hava tó forðað teimum at fáa endaligu góðkenningina. Hildur Poulsen var eisini sera nær við, men í tveimum førum var ov nógvur vindur, tá hon var undir A-kravinum á 100 metrum. Og so var eisini avboð frá Rebekku Fuglø, sum er farin nakrar vikur til Kenya í summmar.


F.v. Rógvi, Debes, Tórur, Hanus, Tinna, Heri, Helgi, Edna Maria, Hallur, Bjørk, Øssur, Marita, Rúni J, Sára, Rúni S, Karin, Teitur, Jógvan, Hallur, Regin og Gutti. Katarina vantar á myndini.

So í veruleikanum kundi hetta stóra ferðalagið verið enn størri, og tað halda vit er sera gleðiligt og eitt sunt tekin fyri frælsa ítróttin í Føroyum

Leiðarar á túrinum vóru Guttorm Sørensen og Hallur Holm, sum vara av talentbólkinum umframt høvuðsvenjararnar hjá Hvirluni og Bragdinum, Heri Ziska, Jógvan Glerfoss og Debes Christiansen.


Gutti, Jógvan, Hallur, Debes og Heri. Allir partur av oyggjaleikalandsliðnum í 1993.

0 comment
0

Related Articles